Í kvøld hava KÍ kvinnurnar sett trivaligt punktum fyri hetta kappingarárið. Tað er eitt fjórðingsár, síðani KÍ tryggjaði sær FM heitið. Í kvøld var tað á Tórsvølli, at kvinnurnar úr Klaksvík vunnu steypafinaluna ímóti NSÍ. Hetta er fyrsta ferðin síðani 2016, at KÍ er steypavinnari. Fyri fýra árum síðani vann KÍ eisini greipuna.
Úrslitið var 3-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0.
KÍ setti hol á miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið Rannvá B. Andreasen við rimmar skoti heilt úr høgru og einar 35 metrar úr málinum smekkaði bóltin dygst inn við nærra stólpa.
Í fyrra hálvleiki var munurin ikki so ógvuliga stórur, hóast tað var KÍ, sum spældi seg til teir størru málmøguleikarnar. NSÍ var onkra ferðina í góðari støðu, men tað var ikki so nógvur broddur í, og Óluva Allansdóttir Joensen í KÍ málinum hevði alla tíðina tak á støðuni.
Tað var spenningur og intesitetur inntil miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tá økti væl upplagda Hervør Olsen um munin til 2-0. Eftir langa framlegging úr høgru rann hon frá verjuni og setti bóltin framvið Sjarlottu E. Joensen, áðrenn hon fegnaðist um málið við tvær ferðir at gera flikkflakk.
Hervør Olsen var ógvuliga eyðsýnd í KÍ álopinum. Tríggjar minuttir eftir, at hon hevði økt um leiðsluna, streyk hon til baklinjuna í høgru eftir góða sending frá Rannvá B. Andreasen, og tá ið bólturin varð trillaður inn fyri málið, var Victoria á Lakjuni á rætta staðnum og trillaði bóltin í tóma málið.
Síðstu 20 minuttirnar var spurningurin bara, hvussu stórur KÍ sigurin fór at vera. NSÍ royndi at spenna álopsbogan, tá ið Monika Samuelsen varð flutt fram í álopið, men tað var vandamiklari í NSÍ brotsteiginum, enn tað var í KÍ brotsteiginum, hagar NSÍ sjáldan megnaði at hótta Ragnu Patawary og hennara verjufelagar.