Fótbóltur
Eitt stig á heimavølli hevur ikki altíð verið nøktandi hjá klaksvíkingum. Hvítusunnuaftan var úrslitið 1-1. KÍ viðhaldsfólkini vóru í góðum hýri, og mongu B36 viðhaldsfólkini vóru ikki heilt nøgd.
B36 legan harmaðist ikki um úrtøkuna júst henda dagin, men heldur um avrikið, sum ikki var so sannførandi, sum tað oftast hevur verið seinnu árini.
B36 útgangsstøðið var varðið. Verjan var ótrygg og setti ofta seg sjálva undir trýst, og í uppspælinum hevði væl mannaði miðvøllurin við fýra landsliðsspælarum og fína Santos í vinstru ilt við at finna stevið. Teir trivust ikki við, at heimaliðið var ágangandi og stríðshugað.
Bergur Midjord kundi havt skorað í 17. minutti, tá ið hann eftir mistak í KÍ miðverjuni gjørdist púra leysur, men bólturin fór skeivu megin stólpan, tá ið hann lyfti upp um Meinhard Joensen, sum hesa ferð var stinnur.
B36 hevði lítið at siga í 1. hálvleiki, tá ið teir noyddust at siga farvæl við Sylla, sum varð skaddur í nærdysti. Tá ofraðu teir gjøgnumbrotsstinna Berg Midjord í vinsra borði og settu hann í álopsódnina.
Hóast B36 hevði lítið at siga í fyrra umfarinum, so megnaðu teir at javna til 1-1 í yvirtíðini. Flatt Santos frísparksinnlegg úr høgru sigldi framvið allari rúgvuni og endaði mitt í málinum. Hetta málið var dyggur smeitur fyri heimaliðið og átti at havt lyft gestirnar.
B36 var oman á fyrstu løtuna í 2. hálvleiki. Heini í Skorini var fluttur heilt í høgra borð, har teir løgdu stórt trýst á. Talan var um nær við og næstan støður og skotroyndir í og uttanvert brotsteigin, men oftast vórðu tær blokeraðar av heimamonnunum, sum ofraðu seg fullkomuliga.
Hava slept botninum
Fyritreytirnar hjá KÍ vóru vánaligar. Paul Clapson og Heðin á Lakjuni vóru lagdir aftur at langa skaðalistanum í vikuni, tá ið nýggi venjarin skuldi debutera á heimavølli. Fimm av teimum fjúrtan, sum vóru á vøllinum, høvdu spælt millum lítið og einki á besta liðnum.
Við avrikunum seinastu vikurnar í huga lúrdi vandin fyri stórtapi. Men KÍ stóð truplu royndina. Í hugburði, arbeiðssemi og eisini spæli var talan um avrik, sum var betri, enn avrikini higartil hava verið.
Jan Andreasen var fínur stýrimaður í miðverjuni, sentralu miðvallararnir arbeiddu uppaftur meiri, enn teir plaga at gera, og Kristoffur Jacobsen, sum í fjør og higartil í ár hevur verið marginalspælari, vísti ferð eftir ferð dømi um, at hann framvegis hevur góð evni.
KÍ stríddist og á lagnum sást, at venjarin hevði givið teimum boð um eisini at vísa evnini at samanspæla og varðveita bóltin soleiðis, sum klaksvíkingar plagdu at gera. Tað eydnaðist lutfalsliga væl.
Serliga í vinstru eydnaðist at bróta ígjøgnum. Erling Fles var akkurát ov stuttur at stýra innleggi í málið í 3. minutti, og tjúgu sekund seinni sendi hann bóltin við síðuna av. Eftir knappan hálvan tíma sendi Leon Bjartalíð úr høgru og í handara stólpan.
Møguleikarnir vóru fleiri, og tað var avgerandi, tá ið 1-0 málið kom í 33. minutti. Jan Andreasen legði fríspark úr høgru til handara stólpa, har Símun Joensen við høvdinum stýrdi til Gunnar Nielsen. Hangandi álopsspælarin hevði trupulleikar at vera við í spælinum, men hesa ferð bilti ikki, og bólturin fór í málið aftanfyri trygga Jákup Mikkelsen.
Sveinaroyndina stóð nýggja KÍ liðið eftir steðgin. B36 legði bragdligari fyri, og KÍ noyddist at seta fleiri nýggjar menn á vøllin. Sum umfarið leið, mentist heimaliðið aftur, og fram ímóti dystarenda var spenningurin ofta størri frammanfyri málið hjá favorittunum, enn hann var í hinum endanum.
Tað boðaði frá, at KÍ hevur verið á botni og vent og ætlar at fóta sær. At B36 er topplið, ivast eingin í. Heldur ikki viðhaldsfólkini, sum í góðveðrinum ikki vóru nøgd við hugburðin og avrikið hjá teirra monnum.









