Eftir stórtapið upp á 7-1 móti ÍF í 2. umfari, hevur 2. deildarliðið hjá KÍ rættuliga vent skeivu gongdini.
Síðani tann dystin hevur eingin skorað móti klaksvíkingum tríggjar dystir á rað, og hesir dystirnir, sum allir hava verið á útivølli, hava givið Kí fimm stig.
Fyrst spældi liðið tveir málleysar javnleikir í Runavík og Hvalba, og leygardagin tók KÍ øll á bóli, tá teir vunnu útidystin móti oddaliðnum, EB/Streymur.
Bert eitt mál kom í dystinum, og tað fekk KÍ longu tá eitt korter var spælt. Eitt álop í vinstru síðu endaði við at ein bóltur varð lagdur inn fyri málið. Har kom unglingaspælarin, Atli Danielsen, rennandi og úr stuttari fjarðstøðu skuldi hann bara seta innaru síðu á, og so var bólturin í málinum.
KÍ hevði onkra aðra roynd framman undan og eftir málið, men tað var heimaliðið, sum hevði størsta partin av spælinum. Teir høvdu nógvar royndir á málið hjá KÍ í fyrra hálvleiki, men antin vóru verjuspælarar í vegin í røttu løtuni, ella tók ein stórspælandi Meinhardt Joensen sær av royndunum.
EB/Streymur trýsti
Einu ferðina hevði KÍ-málverjin eina framúr dupultbjarging eftir hornaspark, og Meinhardt Joensen hevur saman við eini góðari verju verið orsøkin til, at eingin hevur skorað móti KÍ í trimum dystum á rað.
Í seinna hálvleiki myndaðist dysturin soleiðis, sum roknað varð við. EB/Streymur legði stórt trýst á KÍ-liðið, sum bara hevði ein mann á toppinum. Royndirnar vóru nógvar, men upplagdu málkjansirnir fáir. Størsta kjansin hevði Jón Sigurð Gleðisheygg, tá hann kom at standa púra leysur stutt frá málinum, men hann stútaði bóltin fram við málinum.
Tá einir 25 minuttir vóru eftir at spæla, tók KÍ ein miðvallara út og setti Helmar Lassen fram í álopið. KÍ spældi tí við tveimum áleyparum seinasta partin av dystinum, og saman við einum álopssinnaðum Tomislav Sivic á miðvøllinum, órógvaði hetta EB/Streym nakað.
Spælið varð flutt longur fram á vøllin, og trýstið móti KÍ-málinum minkaði nakað hesa løtuna. Stóru bardagarnir um bóltin fóru nú fram á miðvøllinum, og tá EB/Streymur spælararnir royndu at stinga fram ímillum ella senda høgar bóltar inn í KÍ-brotsteigin, vóru KÍ-verjan og málverjin vaks.
Dysturin endaði 1-0 til KÍ, og sambært spælbýtinum átti EB/Streymur at fingið meira burtur úr, men KÍ hevur gjørt tað til sítt vørumerkið at verja væl og síðandi dúva upp á skjót mótálop, og higartil hevur tað givið stig í trimum fylgjandi útidystum.
EB/Streymur KÍ 0-1 (0-1)
0-1: Atli Danielsen