KÍ hevur tryggjað sær sessin í fremstu røð

Tað er sera gott lag millum trúføstu KÍ viðhaldsfólkini og teir bláu fótbóltsspælararnar, sum nú gera seg klárar at fara av Sandi og norður um aftur Skopunarfjørð.

Hóast klaksvíkingar ikki vóru at kenna aftur í dag, um sammett verður við undanfarnu tvær ferðirnar á heimavølli, so eydnaðist tað kortini at vinna 1-0 á B71.

Einsamalla málið varð skorað, tá ið vanliga leiktíðin var farin. Tað var liðformaðurin Hjalgrím Elttør, sum var málskjútti. Nakað uttanfyri brotsteigin sneiddi hann framvið fleiri mótstøðumonnum, áðrenn hann smekkaði til, og bólturin fór í málið!

Stórur fagnaður í KÍ leguni, og hann gjørdist ikki minni, tá ið Georg N. Rasmussen lítla løtu seinni bríkslaði fyri síðstu ferð.

Sandoyingar kendu seg vónbrotnar. Teir vóru væl við, og stutt eftir steðgin høvdu teir størsta møguleikan av øllum, og so gekk tað, sum tað ofta ger hjá botnliðum. B71 misti á stokkinum.

Tey trý stigini bera við sær, at KÍ er komið undan allari hóttan av niðurflyting, og at klaksvíkingar hava styrkt um sína støðu á fimta plássinum, áðrenn hinir fýra dystirnir í 25. umfari verða spældir seinnapartin mikudagin.

Úrslitið ber við sær, at KÍ hevur 31 stig undan tveimum teimum seinastu umførunum, og B71 hevur 11 stig. 07 Vestur er næstaftast við 21 stigum, ÍF er triði aftast við 25 stigum, og HB og B68 hava 26 stig. Hesi liðini hava tríggjar dystir eftir at spæla.

Mikudagin klokkan 16 eru hinir fýra dystirnir í 25. umfari á skránni: B68-ÍF, EB/Streymur-Víkingur, 07 Vestur-B36 og NSÍ-HB.

 

Liðugt

0-1: Hjalgrím Elttør 90+1.

 

85 min.

0-0

KÍ roynir nú at leggja heimaliðið undir størri trýst, men talan hevur ikki verið um opnar málmøguleikar, og tí er tað í løtuni einki, sum bendir á, at tað skal eydnast øðrum av liðunum at skora mál og harvið at tryggja sær øll trý stigini.

 

 

75 min.

0-0

Lotið er vaksið eitt sindur, og tað eru klaksvíkingar, sum hava vindin undan. Sammett við tvær tær undanfarnu ferðirnar, tá ið KÍ álopsspælið á heimavølli hevur verið sera hugflogsríkt, so er tað ikki at kenna aftur í dag. B71 verjan er tøtt, og hon hevur gott tamarhald á teimum bláu.

 

 

70 min.

0-0

Tað er framvegis málleyst á Sanda. Líkindini at spæla fótbólt eru væl betri, enn tey eru norðanfyri Skopunarfjørð. Fyrri parturin av 2. hálvleiki hevur verið friðarligur. Kanska hava klaksvíkingarnir havt bóltin meiri enn heimamenninir, men B71 hevur verið vandamiklari í sínum atsóknum, og serliga Bakari Bojang og Tijani Mohammed hava verið vandamiklir.

Besta møguleikan at fáa mál fekk hevði Høgni Midjord hjá B71. Høgni Madsen hjá KÍ royndi at spæla upp á tvørs, men sandoyingurin kom ímillum. Hann varð púra leysur, men tað eydnaðist ikki at fáa mál, tí hann sendi bóltin á KÍ málverjan Gunnar á Steig.

 

--

 

 

B71 og KÍ spæla í dag fyrsta dystin í 25. umfari av Vodafone-deildini. Dysturin verður spældur á Sandi, og í hálvleikinum er støðan 0-0.

 

Tað hava verið onkrar royndir á málini bæði, men dysturin hevur verið javnur, og mesta spælið hevur verið á miðjum vølli.

 

Fyri KÍ hevði Álvur Christiansen stútara úr góðari støðu, sum ikki fór í málið, og hjá B71 hava serliga Tijani Mohammed og Bakari Bojang roynt at hótt KÍ-verjuna.

 

Fyri dystin í dag liggur B71 aftast við 11 stigum, meðan KÍ er nummar 5 við 28 stigum.