KÍ hevur takið

Tað gongur strúkandi hjá næstbesta KÍ liðnum við Trygva Mortensen á odda.

KÍ vitjar í dag í Gundadali hjá teimum næstbestu í HB.

Eftir 1. hálvleik er KÍ frammanfyri 3-0. Nógvir av KÍ spælarunum eru unglingar, og tveir teirra hava skorað eitt mál í part. Teir eru Páll Klettskarð og John Hammer. Triðja málið hevur Jón Jacobsen skorað.

Undan 5. umfari hevði HB seks stig og KÍ trý stig.