KÍ hevur skift tveir út

Tveir lyklaspælarar eru so mikið skaðadarvaðir, at teir ikki eru førir fyri at spæla í kvøld

Klokkan 19 fer KÍ at spæla í Gundadali í Europa League. Møguleiki er at vinna seg fyri fyrstu ferð nakrantíð í annað innleiðandi umfar í europeiskari kapping.

 

Tveir spælarar, sum vóru við, tá ið tað fyri viku síðani endaði 1-1 suðuri á Malta, eru ikki førir fyri at spæla í kvøld. Teir eru Jóannes Bjartalíð og Marko Dusak. Í teirra stað eru Ísak Simonsen, sum er komin fyri seg eftir skaðasteðg, og Richard Møller-Iversen millum teir fyrstu ellivu.