TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Mikkjal Thomassen, høvuðsvenjara hjá KÍ á Rás2 fyrr í dag. Samrøðan var gjørd aftaná KÍ hevði tryggjað sær trý stig við einum 2-0 heimasigri ímóti Skála.
Mikkjal Thomassen er fegin um, at hansara menn komu á sigurskós aftur, aftaná tvey tap á rað. Hann er eisini fegin um, at tað ikki er so langt upp til liðini, sum liggja í oddinum.
Mikkjal Thomassen er betri nøgdur við fyrra hálvleik, har KÍ skoraði bæði málini. Í øðrum hálvleiki heldur hann, at Skála bleiv dekan ov spælstýrandi, og tað sá ikki so gott út leikliga hjá KÍ í seinna hálvleiki.