Tað er nakað tunt á miðjuni hjá KÍ og tí er 23 ára gamli Chidiebere Nwakali úr Nigeria til royndarvenjing. Ein partur av royndarvenjingin er, at miðvallarin má í sóttarhald í tvær vikur, skrivar Norðlýsið.
Talan er um spælara við royndum úr feløgum sum Sogndal og Start úr Norra, Aberdeen í Skotlandi, Kalmar í Svøríki og hevur havt sáttmála við Manchester City í árunum 2015 til 2018. Flytingarvindeygað letur upp 15. juni.
KÍ hevur fingið tilgongd av nøkrum spælarum í vetur, men ein av teimum - Sebastian Avanzini – er farin av landinum aftur, Abubakar Ibrahim Aliyu er ikki komin upp á pláss, tí einki flogsamband er úr Nigeria, meðan Alessio Hyseni bleiv skiftur í hálvleikinum móti ÍF í Fuglafirði.