KÍ hevur longu sett met

Tá sagt verður, at niðurflytararnir í ár eru sterkari enn nakrantíð, stuðla hagtølini eisini undir útsøgnini. Ongan tíð áður hava niðurflytararnir havt so nógv stig, sum teir hava í ár

Fótbóltur

Tað ber sjálvandi ikki altíð eins væl til at sammeta hagtøl, men síðani kappingin í 2005 varð víðkað til at fevna um 27 umfør, hevur eingin niðurflytari havt somikið nógv stig, sum KÍ hevur tað hesaferð.
KÍ hevur 24 stig undan seinasta umfarinum, og tað er eitt meira, enn GÍ og B71 høvdu eftir kappingarnar í ávíkavist 2005 og 2008. Í 2005 slapp GÍ tó undan niðurflytingini, tá bert eitt lið flutti beinleiðis niður. Og tað hoyrir eisini við til tí støðuna, at var tað ikki fyri eitt mál hjá Hanusi Jacobsen í yvirtíðini á Skála á seinasta leikdegi, fór GÍ niður við einum máli meira í minus enn TB. Og í fjør varð seinasti dysturin hjá B71 dømdur at enda 0-0, so hypotetiskt kundu sandoyingar tá eins væl havt 22 ella 25 stig.

55 røkka til gullið
Vinnur HB dystin í Sørvági í morgin, so røkka teir 55 stigum, og júst hetta talið tykist vera tað magiska talið, um gullið skal vinnast. Undantakið er NSÍ, sum í 2007 vann 61 stig, men silvurvinnarnir høvdu tá 54, sum jú er eitt minni enn 55.
Merkisvert er tó eisini, at silvurið í ár tykist fara hampuliga bíligt. Eins og hjá EB/Streymi í fjør, so er HB sloppið sera bíliga, tá fáu hálv- og heilkiksararnir hava verið, tí kappingarneytarnir eru á sama hátt snávaðir hvørjaferð.
Alt hetta eru tó bara tøl. Fyri HB telur tað einamest, at teir standa ovastir leygardagin – líkamikið, hvussu tað spælir av í hinum uppgerðunum kring landið.