Svend Jacobsen, formaðurin í KÍ, var í Gøtu sunnudagin. Hann var ikki illa nøgdur við tað, sum hann sá, og úrslitið heldur hann var á góðari leið:
? Trupulleikin hjá okkum hevur verið, at vit hava ikki fingið nóg nógv burturúr á heimavøllinum. Nógv onnur ár hava vit vunnið á heimavølli móti bæði VB og NSÍ. Vit mugu bara ásanna, at í tepra tapinum á útivølli móti HB høvdu vit ikki marginalirnar við okkum. Tað høvdu vit heldur ikki á heimavølli móti VB. Dysturin í Gøtu kundi fara báðar vegir, men vanliga hava vit roknað javnleik í Gøtu sum eitt gott úrslit.
Tað hevur verið frammi, at KÍ so at siga hevur avskrivað allar vónir um at endurvinna FM heitið frá í fjør. Svend Jacobsen váttar, at FM heitið er ikki tað sum í løtuni liggur fremst í huganum, men hann vísir samstundis á, at teir framvegis kunnu missa trý stig og alíkavæl fáa somu úrtøku burturúr árinum, sum teir fingu í fjør.
? Vit hava havt fund við venjaran, Tomislav Sivic. Vit hava sagt honum, at vit eru væl nøgdir við tað arbeiðið, sum hann ger. Spælararnir eru væl nøgdir við venjingina, og eg rokni við, at úrslitini fara at koma, nú tá allir spælararnir fara at vera tøkir, og vit fáa tveir jugoslavar afturat.
Sunnudagin var Harley Bertholsen sjúkur, John Ryan, sum hevur verið skaddur, skuldi fara aftur at venja í gjárkvøldið, og Marek Wierzbicki var ikki við í Gøtu, tí hann í vikuskiftinum var heima í Póllandi.
Jugoslavarnir koma í dag
Teir báðir so nógv umrøddu jugoslavarnir ? annar er málverji og hin er álopsmaður ? koma til Klaksvíkar í dag. Í gjár var ikki greitt, um teir koma undan venjingini í kvøld, men undir øllum umstøðum fara teir at venja við í morgin. Tað er altíð nakað av fólki og hyggur at venjingini hjá KÍ, og ivaleyst verður áhugin so mikið stórur næstu dagarnar, at teir áttu at umhugsað at kravt atgongugjald!
? Teir báðir jugoslavarnir skuldu koma leygardagin. Ætlanin var, at álopsmaðurin skuldi vera í hópinum. Tað hevði verið upp til venjaran at gera av, um hann skuldi vera við frá byrjan ella um hann fyrst skuldi verið á beinkinum. Eg rokni bara við, at tað fer at taka eitt sindur av tíð hjá málverjanum at venja seg við undirlagið. Í fjør sóu vit, at Stephen Boyle ta fyrstu tíðina hevði trupulleikar, tí hann bara hevði spælt á grasi. Nýggi málverjin hevur bara spælt á grasi, sigur Svend Jacobsen, formaður í KÍ.
Svend Jacobsen leggur afturat, at fyri hann var tað sera hugaligt í Gøtu at síggja, at ungu menninir, sum vóru á KÍ liðnum sunnudagin, stóðu seg stak væl. Formaðurin hugsar í hesum sambandinum um Kristian á Lakjuni, sum var á miðvøllinum alla tíðina, og um Hjalgrím Elttør, sum stóð seg væl, tá hann kom inn í álopið.