Tað verður ein 23 ára gamal breti, sum komandi árið skal verja KÍ-málið, umframt at hann eisini skal virka sum málmansvenjari
Hetta skrivar Norðlýsið á heimasíðu sínari.
Paul Clapson, sum nýggi maðurin eitur, er 23 ára gamal. Hann hevur áður roynt síni fótbóltsevni í Onglandi, Týsklandi og USA, men nú verður tað altso KÍ, sum fær gleði av honum.
KÍ hevur eisini Meinhardt Joensen í málinum, og tað er lítið at ivast í, at hesin fer at geva nýggja manninum harða kapping um plássið.