##med2##
Aftaná tap í fyrsta umfarinum móti B36 og harðvunnin sigur í tíðini dómarin hevði lagt aftrat móti TB við Stórá í Trongisvági hava føroyameistararnir arbeitt seg upp. Fyrst við 4-1 sigri á ÍF í Fuglafirði, og nú í kvøld við 3-0 heimasigri á EB/Streymi.
KÍ-EB/Streymur 3-0 (2-0)
1-0 Ole Erik Midtskogen (16.)
2-0 Jóannes Bjartalíð (brotsspark - 33.)
3-0 Jonn Johannesen (83.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Sjúrður H. Hoydal segði frá teimum trimum málunum KÍ fekk móti EB/Streymi.
2) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við tann triðja málskjúttan hjá KÍ, Jonn Johannesen, ið var fegin um at fáa møguleikan í dystinum í kvøld.
HER ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen.











