B71-KÍ 0-4 (0-0)
Tá fótbóltslandskappingin 2000 var fýra vikur gomul, vóru mong, sum longu høvdu avskrivað klaksvíkingar sum eitt veruligt boð upp á fyrsta føroyameistaran í nýggja túsundáraskeiðnum.
Tveir javnleikir og tvey tap var ikki júst tann byrjanin, sum sigursvandu klaksvíkingarnir høvdu roknað við, og so slettis ikki tá talan er um verandi meistarar.
Vent í holuni
Vánaligu úrslitini høvdu eisini við sær, at tosið fór at ganga um, at Tomislav Sivic sat heldur leyst í venjarasessinum, men leiðslan í felagnum legði tó dent á, at teir høvdu fult álit á venjaranum.
Fyri trimum vikum síðani kom brádliga vend í, tá KÍ í tí dystinum, sum mong róptu lagnudysturin hjá felagnum, vann á B36.
Helst er eisini rætt, at um KÍ hevði tapt tann dystin, vóru teir av álvara afturúrsigldir, men slíkt tos er nú púrasta óviðkomandi.
KÍ vann nevnliga týdningarmikla dystin, og nú tykist rættulig ferð at vera komin á spælið hjá føroyameistarunum.
Seinasta vikuskifti vórðu sumbingar bukaðir bláir norðuri í Klaksvík, og hesu ferð vóru tað so sandoyingar, sum stóðu fyri tørni.
Trý friðarlig korter
Fyrra hálvleik var tó lítið, sum bendi á, at talan at enda skuldi gerast um ein tryggan sigur til gestirnar, og sum so høvdu teir heldur ikki roknað við hesum sjálvir.
B71 hevur nevnliga higartil í ár víst, at teir eru sera tungir at dansa við heima á Sandi, og tey bæði tapini, sum hava verið, hava bæði verið sera tepur, og harafturat hava tey verið móti teimum báðum fremstu liðunum í deildini.
Heimaliðið vardi eisini borg fyrra umfarið, og av Sandi frættist, at talan var ikki um teir stóru møguleikarnir fyrstu trý korterini.
Nærmast við vóru gestirnir, tá Heðin á Lakjuni sendi á stongina eftir hornaspark, men hetta var so at siga einasta vandamikla støðan framman fyri sandoyarmálið hesi trý korterini.
Í hinum endanum var heldur ikki talan um teir stóru møguleikarnar, men heilt vandaleysir vóru vertirnir tó ikki, tí ofta manglaði sera lítið í, áðrenn talan varð um heilt vandamiklar støður.
Sigurin ongantíð í vanda
Í seinna hálvleiki fingu gestirnir brádliga meira ferð á, og tá góðir 10 minuttir vóru leiktir, fingu teir sett hol á. Heðin á Lakjuni breyt ígjøgnum í síðuni, og við nærmaru stong kundi Rógvi Jacobsen seta fótin á flata innleggið, og so var 1-0.
Fáar minuttir seinni býttu teir báðir um leiklut, tá Heðin kundi seta innaru síðuna á, eftir at Rógvi var sloppin ígjøgnum.
Málini bæði førdu sjálvandi við sær, at gestirnir nú fingu meira frið yvir spælið, og hóast teir fimm minuttir eftir 2-0 brádliga vórðu skerdir, tá Niclas Niclasen fekk reyða kortið fyri at hevna seg, so skilst á lagnum, at sigurin ongantíð kom í vanda.
Klaksvíkingarnir tóktust sjálvir ovfarnir av, at heimaliðið hóast yvirtalið í manningini ongantíð megnaði at leggja veruligt trýst á burtursæð frá onkrum hendinga langskotið, so hevði Meinhard millum lítið og einki at gera í málinum.
Móti endanum av dystinum eydnaðist tað gestunum at fáa tvey mál afturat. Tað fyrra, tá Marek royndi seg við langskotið móti landsmanninum og fyrrverandi liðfelaganum í B71 málinum, og tað seinna, tá Hjalgrím Elttør slapp leysur í høgru, og hegnisliga lyfti upp um Waldemar, tá hesin kom út (onkur vildi vera við, at talan var um innlegg).
Fýra á rað
Sostatt varð fjórði sigurin á rað veruleiki hjá klaksvíkingunum, og nú mugu teir av álvara roknast fyri at vera ein hóttan móti hinum liðunum í oddinum av stigatalvuni.
Komandi tvær vikurnar fara helst at vísa, hvussu stórum álvara hóttanin skal takast í, men megnar KÍ at hevna steypatapið móti vágamonnum og tapið frá fyrsta umfari móti NSÍ, røkist brádliga fyri, at KÍ aftur fer at teljast har, sum teir sjálvir meta seg hoyra heima.
Fram um hini liðini skal eisini roknast við, at KÍ longu hevur verið tvær ferðir í Havn, umframt at hava vitjað í Gøtu, so á pappírinum eru teir kanska liðið, sum bestu skránna seinnu helvt av kappingarárinum.
Komandi vikuskifti avgerandi
Sandoyingar hava hinvegin ikki heilt slept botninum enn. Seinasti dysturin hjá teimum í fyrru kappingarhálvu verður í Runavík komandi vikuskifti, og verður talan um tap í hesum dysti, verður fremsti setningur teirra at lívbjarga sær í bestu deildini.
Útlitini fyri hesum áttu tó eisini at verið hampuliga góð, tí teir hava í fleiri dystum víst, at tilfarið í manningini er á eini góðari leið.
Breiddin í hópinum tykist eisini vera størri, enn hon hevur verið undanfarin ár, og tí eru teir kanska meira mótstøðuførir mótvegis skaðum, enn fleiri av kappingarneytunum eru.
B71-KÍ 0-4 (0-0)
0-1: Rógvi Jacobsen 56.
0-2: Heðin á Lakjuni 63.
0-3: Marek Wierbicki 87.
0-4: Hjalgrím Elttør 90.
Dómari: Jens Petur Brattalíð
B71:
Waldemar Nowicki ? Bernhard Petersen, Jón Brekku, Jógvan Jón Petersen ? Hans Jørgin Djurhuusm, Julian Florescu, Eli Hentze, Kári Nielsen, Jákup Lamhauge ? Høgni Hansen, Alex Nielsen
KÍ:
Meinhard Joensen ? Kristian á Lakjuni, Andzrc Pacek, Jan Andreasen, Niclas Niclasen ? Rógvi Jacobsen, Marek Wierbicki, Jan Joensen, John Ryan ? Ove Nysted, Heðin á Lakjuni.
Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.
Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.
-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.