Í góðveðrinum í Klaksvík fegnast KÍ kvinnurnar og trúføstu viðhaldsfólkini. Úrslitið í lyklauppgerðini um FM, sum klaksvíkskvinnur í dag hava spælt ímóti B36, var 2-2. Harvið hevur KÍ rættuliga góðan møguleika at tryggja sær FM heitið, sum - um tað eydnast at vinna FM - verður tað 8. á rað.
Áðrenn FM spurningurin er heilt avgreiddur, skal KÍ um tvær vikur spæla ímóti GÍ í Gøtu, meðan B36 skal spæla bæði ímóti GÍ og AB. KÍ hevur væl betri málmun enn B36, og við úrslitunum higartil í kappingini í huga bendir alt á, at tað verður nóg mikið hjá KÍ fyri at vinna FM, um tær megna at vinna í Gøtu 22. september.
Malan á Dunga legði eftir hálvan tíma B36 á odda við brotssparki, sum Petur Reinert dømdi, tí Heidi Sevdal varð trýst niður. Eftir ein tíma økti Heidi Sevdal til 2-0, eftir at Halltóra Joensen hevði spælt hana leysa.
Fýra minuttir eftir, at B36 hevði økt um leiðsluna, minkaði Rannvá Andreasen um munin. Olga Kristina Hansen spældi við langari sending úr vinstru málskjúttan leysan. Rannvá sneiddi úr høgru og framvið einari, áðrenn hon við vinstra beinið smekkaði bóltin í málið.
Sjey minuttir fyri leiklok skoraði KÍ til 2-2. Aftur hesa ferð var tað Rannvá Andreasen, sum var málskjútti, eftir at hon hevði tamt langa sending, runnið seg leysa og sett framvið B36 málverjanum.










