KÍ hevur í kvøld havt aðalfund. Tummas Lervig er afturvaldur sum formaður og nevndartalið er hækkað úr seks til sjey nevndarlimir. Kaj Dam er nýggjur og fær ábyrgd av besta mansliðnum hjá felagnum. Rokniskapurin hjá felagnum vísti eitt yvirskot á 1,2 milliónir krónur.
- Á aðalfundinum var roknskapurin fyri 2019 samtyktur, har KÍ kundi vísa á eitt avlop á 1,227 mió. Tað er sera umráðandi at vit kunnu tryggja ein skynsaman rakstur tá tað gongur gott, og hava eitt avlop at standa ímótir við tá tað gongur minni gott, skrivar KÍ.fo, sum eisini kunnar um at KÍ nú er partur av sjónvarpsavtaluni.
- KÍ kunnaði eisini á aðalfundinum at KÍ nú verður partur av stroymingini av heimadystinum í Televarpinum. Hettar meta vit fer at geva okkara fjepparum sum av ein ella aðrari orsøk ikki kunnu koma til dyst betri møguleika at fylgja við KÍ, skrivar felagið á heimasíðuni.
##med2##
Tað bleiv eisini boðað frá, at Margit Joensen ikki heldur fram sum nevndarlimur við ábyrgd fyri ungdómsfótbólti. Her er ongin valdur og felagið leitar eftir fólkið, sum hava hug at átaka sær uppgávuna.
Nevndin sum bleiv vald á aðalfundinum var hendan:
Formaður: Tummas Lervig
Næstformaður: Rúni Heinesen
Nevndarlimur fyri fíggjarmál: Hilmar Danielsen
Nevndarlimur fyri besta mansliðið: Kaj Dam
Nevndarlimur við ábyrgd av samskifti felagsins: Rói Clementsen
Nevndarlimur við ábyrgd av sponsorum felagsins: Jákup Eydnugarð