Tað er ein stressfaktorur at gera samrøður við leikarar, ið mugu skunda sær umborð á Smyril aftaná loknan útidyst við Stórá í Trongisvági.
Rás2 fekk heilt stutt orðið á Jóannes Bjartalíð hjá KÍ, ið saman við liðfeløgunum vann týdningarmiklan 1-0 sigur ímóti Suðringum við Stórá í Trongisvági.
Jóannes Bjartalíð heldur, at KÍ hevði gott tamarhald á dystinum. Hann heldur ikki, at KÍ spældi tann besta dystin, men teir vóru væl skipaðir og lótu ikki so nógvar málmøguleikar frá sær.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr stuttu samrøðuna Rás2 gjørdi við Jóannes Bjartalíð.
Samrøðan Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Suðringum, Glenn Ståhl hoyrist HER