KÍ heldur í línuni

Tað stendur nógv á bjargingarlínuni hjá KÍ, men hon er ikki brostin enn. Og sunnudagin er lagt upp til botnfinalu, tá 07 Vestur vitjar í Klaksvík

Fótbóltur

 

Eftir eyðmýkjandi 5-0 tapið í Fuglafirði, vóru tey flestu á einum máli um, at KÍ var søga í Vodafone-deildini.

Tað kann framvegis væl verða veruleiki, tá 27. og seinasta umfarið er lagt afturum tann 3. oktober. Men mikukvøldið gav KÍ sær sjálvum eina grundaða vón um, at tað kanska fer at bera til hjá liðnum kortini.

 

Nógvar hypotesur

Einsamalla málið frá Hjalgrími Elttør ber nevnliga við sær, at munurin upp til bjargingina nú bert er trý stig, og líkindini fyri at vinna eru á pappírinum góð, tá KÍ sunnudagin tekur móti 07 Vestur í tí, sum av sonnum má sigast at vera ein botnfinala. Eisini hóast 07 Vestur enn eina ferð misti á stokkinum, eftir at teir annars høvdu verið greitt omaná í heimadystinum móti ÍF.

Samstundis er trýst nú av álvara á B36, sum annars tóktist hava fingið luft við sigrinum á HB. Hesa ferð tapti B36 greitt við Margáir, og talan er á ongan hátt um lætta uppgávu, tá hvíta høvuðsstaðarfelagið tekur móti NSÍ komandi sunnudag. Eftir hetta eigur B36 Víking úti og B68 heima.

Klaksvíkingar hava – umframt botnfinaluna – útidyst móti HB og heimadyst móti EB/Streymi, meðan 07 Vestur seinastu umførini eigur B68 úti og HB heima.

Dystirnir lata upp fyri hypotesur av bæði einum og øðrum slag. Men tað er sera væl hugsandi, at ein avgerandi faktorur í botnstríðnum verður, hvussu nógv ovaru liðini hava at spæla fyri, tá botnliðini hitta tey. Tí hóast alt er munur á at møta einum liði, sum stríðist fyri silvurmerkjum og europiskum fótbólti og so einum, sum spælir fyri til dømis einum fjórða plássi.

 

Europa-stríðið

Triðja HB-kiksið á rað nertir ikki sannlíkindini fyri, at FM-gullið endar í norðara endanum av Gundadali, men í feltinum undir oddaliðnum er framvegis ókyrt.

EB/Streymur vann sær tó fyrimunin hesaferð, og so er spurningurin, um teir klára at halda skútuni á kós móti AB (ú), ÍF (h) og KÍ (ú).

Toftamenn duttu við tapinum niður á bronsuplássið, og so er spurningurin, um tað verður sterka B68-liðið frá í summar, ella vingluta liðið frá í heyst, sum vit síggja í teimum trimum seinastu umførunum. Og so er spurningurin eisini, um NSÍ og Víkingur eru til reiðar at lofta møguleikanum, um hesin stendur teimum í boði, ella um tey tá lata AB taka seg enn longur upp á stigatalvuni.