Nevndin fyri p/f KÍ-høllina hevur sett nýggjan leiðara fyri ítróttarhøllina í Klaksvík. Norðlýsið skrivar, at Kristoffur Ragnarsson er settur í starvið frá 1. mai at rokna. Í næstan 30 ár hevur Hjørleif Ellingsgaard røkt starvið, men hann er nú komin í eftirlønaraldur. Kristoffur hevur í nógv ár verið spælari og leiðari í Stjørnuni, og seinnu árini hevur hann virkað sum formaður í hondbóltsdeildini hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag.