KÍ-høllin er uttanveltaður leikvøllur

(SportBoxin - Rás2) Hoyr samrøðu við Magnus Tausen, formann í flogbóltssambandinum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen hevði í Rásarúminum við Magnus Tausen, formann í flogbóltssambandinum.

 

Samrøðan sum var í sendingini SportBoxin á Rás2 seinnapartin snúði seg um:

 

1) Leikvøllin til steypahálvfinalurnar í flogbólti. Hví hevur FBF valt KÍ-høllini, og t.d. ikki tað nýggju og betri badmintonhøllini í Klaksvík til endamálið? Sambært Magnusi er KÍ-høllin mest forsvarliga loysnin um talan skal verða um ein uttanveltaðan vøll, sum ikki er heimavøllur hjá nøkrum liði í steypahálvfinalunum. 


2) Dystirnir sum vóru í meistaradeildini hjá kvinnum í vikuni.


3) Meting av dystunum sum verða hetta vikuskiftið.


4) Nøkur orð um altjóða avbjóðingina hjá danska Marienlyst, sum hevur Kasper Lorenzen í hópinum og Bárð Bendix Mikkelsen sum hjálparvenjara. Marienlyst er í NEVZA "Final Four" har kappast verður ímóti trimum norskum liðum.