- Eg gjørdist skelkað, tá ein kúgv knappliga leyp upp á bilin og oyðilegði mær aðra billyktina, hjelm og rút, sigur kvinna, sum sjálv noyðist at gjalda umvælingina.
Hendingin fór fram á Velbastaðhálsi ein morgunin tíðliga í hesi vikuni. Kvinnan var komin við Teistanum og setti seg í bilin, hon hevði standandi á Gomlurætt.
Tað regnaði illa, og sýnið var vánaligt, tá hon kom koyrandi eftir Velbastaðhálsi ávegis til Havnar til arbeiðis.
- Tá sýnið var so vánaligt, koyrdi eg bara umleið 40 kilometrar um tíman. Eg sá slett ikki kúnna, sum knappliga leyp upp úr veggrøvini og upp á frampartin á bilinum.
Kvinnan sigur við In.fo, at tað var ein ógvusligur brestur, tá kúgvin rakti bilin. Billyktin brotnaði, hjelmurin buglaðist, og bilrúturin brotnaði.
- Tá bilur mín bara er ábyrgdartryggjaður, royndi eg at finna út av, hvør átti kúnna, sum kom leypandi út á alfaraveg. Eg ringdi til bóndan, men har var einki at heinta.
Kvinnan sigur, at bóndin tóktist ikki serliga fyrikomandi, men segði, at kýrnar hjá honum ikki vóru tryggjaðar ímóti bilaferðslu. Tískil var einki at heinta hjá honum.
- Eg skilji bara ikki, hvussu kýr soleiðis kunnu ferðast úti á alfara vegi uttan at hava eina ella aðra trygging. Skaðin, sum bilurin fekk, noyðist eg nú at gjalda sjálv, sigur hon.