KÍ gjørdi sína skyldu

Sandoyingar vóru illa mannaðir, og Heðin á Lakjuni var væl upplagdur á heimaliðnum

KÍ-B71 2-1 (2-0)


Klaksvíkingar hava ikki verið tryggir við gongdina hjá teirra liði í ár. Teir hava aftur og aftur verið vónbrotnir, og tí vóru teir ikki helt álvuligir, tá teir sunnudagin fóru til síðsta heimadystin.

Men hóast KÍ einki hevði at spæla um uttan æruna, so vóru teir nóg uppsettir til at vinna øll stigini móti illa mannaðu sandoyingunum. Spælið var einki at rópa hurrá fyri, men í løtum vístu klaksvíkingar, at teir hava fín fótbóltsevnir.

Vit nevndu í síðstu viku, at Rógvi Jacobsen var farin til Noregs. Hetta er ikki rætt. Rógvi var í álopinum ímóti sandoyingum. Hann fer av landinum í dag, og nú skal hann royndarvenja við Sogndal í eina góða viku. So fæst at síggja, um hann verður yrkisspælari uttanlands, um hann fer at gera nýggja avtalu við KÍ, ella um hann fer at spæla aðra staðni í Føroyum komandi kappingarár.

Hjá B71 kom tað illa við, at fleiri av lyklaspælarunum ikki vóru klárir. Bæði Julian Floresco og Michael Jørgensen royndu at hita upp, men báðir fóru undan dystarbyrjan av aftur vøllinum, tí teir ikki kendu seg at vera eitt hundrað prosent klárar. Spurningurin var kanska, um teir vildu leggja so ógvuliga nógv fyri. Tað ráddi ivaleyst heldur um at síggja, hvussu tað fór at roynast hjá hinum botnliðunum. Um tað fór at verða neyðugt, so var tað týdningarmikið at hava allar kanónrnar tøkar, tá NSÍ leygardagin kemur suður. Úrslitini sunnudagin gjørdu, at B71 komandi leygardag ikki skal spæla fyri lívinum í bestu deildini.

Hjá B71 var dreingjaliðsspælarin Rúni Joensen í álopinum saman við Høgna Hansen. Hetta var fyrsta ferðin, at ungi maðurin, sum hevði Anrdzej Pazek sum beinleiðis mótstøðumann, var við frá fyrsta bríksli. Jón Brekku var á miðvøllinum, har hann skuldi taka sær av fyrrverandi B71 manninum, Marek. Bæði hjá Jón og Rúna var talan um stórar og torførar uppgávur.

Hans Jørgen Djurhuus hevur verið burtur í fleiri vikur. Nú var hann komin aftur av skúlaferð í Danmark, og so var hann vongverji í høgru, har hann skuldi ansa eftir Heðini á Lakjuni. Lakjumaðurin tykist av álvara at vera komin fyri seg aftur, eftir at tað aftaná summarfrítíðina hevur verið eitt sindur striltið hjá honum.


Málini

KÍ hevði fleiri stórar málmøguleikar, og klaksvíkingar fingu í 1. hálvleiki tvey mál. Sandoyingar høvdu ikki nógvar málmøguleikar. Teir høvdu onkrar royndir, sum ikki vóru serliga vandamiklar. Tá teir at enda minkaðu um munin var so lítil tíð eftir, at sigurin hjá KÍ ikki varð hóttur.

Heðin á Lakjuni setti hol á við fínum einmans avriki. Í 9. minutti setti hann ferð á í vinstru, sneiddi tríggjar av sær, og setti bóltin framvið Valdemar Nowisci, tá hesin kendi seg noyddan at fara úr málinum.

Undan steðginum stútaði Ove Nysted umvegis stólpan og í kassan. Uppspælið í høgru var gott millum Harley Bertholdsen og Arnold Joensen, sum yvirlappaði, áðrenn hann sendi inn til nærra stólpan, har Ove Nysted var fyrstur á.

B71 pyntaði um, tá bara ein lítil løta var eftir. Eli Hentze, sum alla tíðina varð væl ansaður av Jan Joensen, sendi fríspark úr høgru og til handara stólpan, har Bjørn Thorsteinsson stakk seg fram og stútaði úr rættuliga spískum og í handaru síðuna av málinum.

Tá hevði KÍ framt fleiri útskiftingar. Hjalgrím Elttør er ein av ungu monnunum, sum hevur fingið nógva dystarvenjing í bestu deildini. Hann kom á vølin saman við Símuni Waag Høgnesen og Eyðuni Klakstein.

jh


KÍ:

Zoltan Kojundrzic ? Jan Andreassen, Andrzej Pazek, Niclas Niclassen ? Harley Bertholdsen, Jan Joensen, Marek Vierczbicki, Heðin á Lakjuni ? Arnold Joensen, Ove Nysted, Rógvi Jacobsen


B71:

Valdemar Nowisci ? Bergleif Sólsker, Jógvan Jón Petersen, Bernhard Petersen ? Hans Jørgen Djurhuus, Jón Brekku, Eli Hentze, Kári Nielsen, Bjørn Thorsteinsson ? Høgni Hansen, Rúni Joensen