Køge við Jónas Tór Næs á høgra vongverja hevur eisini tryggjað sær rættin at halda fram í donsku 1. deild. Í gjár vitjaði Køge í Gladsaxe Idrætspark, har úrslitið ímóti AB var 1-1. Úr 1. deild flyta niður Ølstykke, Aarhus Fremad og HIK.
Frem og Køge endaðu bæði við 33 stigum. HIK flutti niður við 31 stigum, Aarhus Fremad við 28 stigum og Ølstykke við 18 stigum.