Køge misti 2-0 leiðslu

Køge spældi skírisdag fyrsta dystin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini eftir vetrarsteðgin. Køge hevur staðið seg væl í venjingardystunum, og teir løgdu eisini bragdliga fyri

Køge skoraði til bæði 1-0 og 2-0, men so mistu teir takið á dystinum, og Lolland-Falster Alliancen svaraði aftur við tveimum málum. Venjari hjá Køge er Henrik Larsen, og millum spælararnar í hópinum eru Jónas Tór Næss og Johan Gunnarsson.