Kúgandi góðvild

Ida Jessen, Det første jeg tænker på
Gyldendal, 2006

Tað gongur við rúkandi ferð hjá danska høvundanum Ida Jessen í løtuni. Seinast vit hoyrdu frá henni var í heyst, tá hon gav út nógv róstu skaldsøguna ABC, har høvundurin við óhugnaligari innliving lýsir, hvussu ein kvinna spakuliga og besnissað oyðileggur lívið hjá manninum.
Nú ger Ida Jessen longu aftur vart við seg. Hesuferð við skaldsøguni Det første jeg tænker på, har tað enn einaferð er listinlærda kvinnan, sum er miðdepilin.
Presturin Annette hevur í áravís ofrað seg fyri sína famlju og síni sóknarbørn. Men tá sonur hennara doyr í eini ferðsluvanlukku, har bilførarin rýmir av staðnum, og Annette sjálv fær brúk fyri hjálp, halda fólk seg burtur. Hennara ørkymlaða roynd at finna seka bilføraran, so hon kann fyrigeva honum, verður skjótt til kvalandi sjálvgóðsku. Sum frá líður, verður frásøgnin ein avdúking av ranguni á uppofrandi atburð­inum hjá Annette, sum vísir seg at botna í sjálvsøkni, maktgirnd og eini tráan at stýra øðrum menniskjum. Skaldsøgan verður soleiðis ein rannsakan av góðvildini, serliga tí kúgandi góðvildini, sum allatíðina lúrir undir tigandi sálarliga spælinum millum menniskju.
Eins og í flestu bókunum hjá Ida Jessen liggur spenningurin í tí ósagda og burturtagda, sum lesarin allatíðina hevur varhuga av, men sum ongantíð verður útgreinað beinleiðis.
Det første jeg tænker på kemur út 10. januar.


Listinlærda kvinnan er aftur miðdepilin í nýggjastu skaldsøguni hjá Ida Jessen