KÍ fyrireikar seg á Svangaskarði

Tveir fyrrverandi 1. liðsspælara eru komnir aftur í besta hópin hjá klaksvíkingum

Mikukvøldið í komandi viku skal KÍ í europeiska eldin. Klaksvíkingar vera teir einastu, sum skulu royna seg nú beinanvegin. Fyrsta innleiðandi umfarið í meistarakappingini verður spælt í komandi viku og í aðru viku. Innleiðandi umførini í UEFA Cup kappingini, har GÍ og B36 skulu taka lut, verða ikki fyrrenn í august.

Klaksvíkingar høvdu bara eina viku summarsteðg. Onkrir spælarar, ið Tomislav Sivic metti ikki vóru heilt so væl fyri sum hinir, vandu eisini í vikuni eftir vónbrotið í Runavík. Hinir spælararnir komu til venjingar aftur næstsíðsta mánakvøld, og síðani tá hevur verið lív í á vøllinum í Klaksvík so at siga hvørt kvøld.

Í gjárkvøldið fór KÍ á Svangaskarð, har teir skuldu steðga til í kvøld. Teir venja á grasvøllinum, og teir búgva í ítróttarhúsinum.

Europa Cup dysturin hjá KÍ á heimavølli verður á Svangaskarði mikukvøldið klokkan 19.00. Mótstøðuliðið verður Reyða Stjørnan úr Beograd, sum venjarin hjá KÍ, Tomislav Sivic, kennir væl til. Í ungdómsárunum vandi og spældi hann við høvuðsstaðarfelagnum.


Kend andlit

Tað eru nógvir um boðið til Europa Cup hópin og harvið pláss ímillum teir fyrstu ellivu. Allir teir, sum vóru við undan summarsteðginum, hava vant hesar báðu síðstu vikurnar. Undantøkini eru tríggir av teimum ungu spælarunum, sum í hesi vikuni hava verið við u?17 landsliðnum í Týskalandi. Teir eru Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør og Símun Joensen, sum koma til Føroyar aftur í dag.

Tveir spælarar, sum ikki hava verið á besta liðnum hjá KÍ fyrr í ár, men sum eru kend fótbóltsandlit í Klaksvík, hava vant við besta liðnum síðani summarsteðgin. Talan er um Eyðun Klakkstein, sum var nógv við eftir summarsteðgin í fjør, og um Allan Joensen.

Allan var sjey ferðir á landsliðnum miðskeiðis í nítiárunum, og tá Jóannes Jakobsen var venjari í Klaksvík, vóru tey nógv, sum mettu Allan at vera ein tann stinnasta spælaran í landinum. Trupulleikar við hælsinuni hava havt við sær, at evnaríki og raski miðvallarin og miðverjin als ikki spældi í 1. deild í fjør, og hann hevur heldur ikki spælt higartil í ár.

Undan summarsteðginum spældi Allan Joensen onkran dystin í 3. deild og í 2. deild, og nú roynir hann eina ferð enn, um førleikin aftur er til fótbóltsspæl á hægsta støði. At evnini og viljin eru til tað, er einki at ivast í.

jhnskt, áðrenn tær kundu dømast, tí tað varð sagt, at eingin próvdómari í biologi og samfelagsfrøði, sum skilti føroyskt, var tøkur.

Teir næmingarnir, sum fóru til próvtøku í biologi og samfelagsfrøði, skuldu, tá teir settu seg við próvtøkuborðið, skriva undir uppá, at teir heimilaðu, at uppgávurnar vórðu umsettar til danskt, áðrenn tær vórðu dømdar. Av umleið 35 næmingum vildu tólv næmingar ikki skriva undir, og tískil fingu teir einki prógv, men eina váttan um, at teir høvdu gingið á skúlanum í trý ár, at teir høvdu fingið øll próvtølini uttan í skrivligari biologi og samfelagsfrøði, og tískil ikki høvdu staðið royndina.


Stórar broytingar

Jógvan Jespersen staðfesti, hvussu stórar broytingarnar hava verið hesa síðstu fjórðings øldina. Nú verður tosað og skrivað á føroyskum, og nú snúgva uppgávurnar seg um føroysk viðurskifti. Tað gjørdu tær ikki í 1975.

Tað árið var heitið á skrivligu uppgávunum í biologi ikki serliga vinarligt móti føroysku næmingunum. Teir skuldu Give en økologisk beskrivelse af en dansk løv? eller nåleskov. Og teir skuldu anføre nogle sandsynlige konsekvenser med hensyn til frøens biologi i Danmark.

Hetta sigur okkum, at talan ikki bara var um ein danskan skúla, tá tað snúði seg um málið, men eisini um innihaldið.

Ivaleyst setur danska undirvísingarverkið framvegis sín dám á føroysku miðnámsútbúgvingarnar. Og ivaleyst verður gongdin í framtíðini tann, at útbúgvingarnar fara at gerast alt meiri altjóða kendar, men tað er einki at ivast í, at á summum økjum hevur tað gingið rætta vegin síðstu fjórðings øldina.

? At næmingarnir ofraðu prógvið fyri móðurmálið tykist ikki hava skaðað útbúgvingar? og virkisleiðina. Próvleysu næmingarnir síggjast aftur nógva staðni í samfelagnum, og tveir teirra hava verið valdir inn á ting fyri sambandsflokkin, segði Jógvan Jespersen, sum harvið vísti til Bjørn á Heygum og Marius Dam.


Hugnalig samvera

Í fjósinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali fingu luttakararnir ábit eftir túrin í Reynsmúlalág.

? At ganga niðan á Reynsmúlalág og aftur í fjósið hjá Ríðingarfelagnum var eingin trupulleiki hesa ferð. Men spurningurin er, hvussu tað fer at verða, tá vit fara at halda hálvt hundrað ára dagin, helt ein av luttakarunum.

Í Hoydølum var veitsla seinni um kvøldið. Tað var dýrdarveður, og skipað var fyri myndatøku uttanfyri skúlan ? akkurát sum fyri 25 árum síðani. Næmingarnir stóðu og sótu í somu røð, sum teir sótu og stóðu tá, men onkur helt fyri, at beinkirnir tóktust eitt sindur tódnaðir!

Undir borðhaldinum vóru fleiri røður. Fýra lærarar vóru møttir. 87 ára gamla Daniella Olsen, sum vísti seg at vera sera væl fyri, og so tær yngru Katrin Thomassen, Inge Flø Jørgensen og Jette Hoydal. Jette mintist í síni røðu aftur á, at hesin árgangurin var tann fyrsti, sum hon undirvísti í Hoydølum. Nú er tað næsta ættarliðið, sum fær málsliga undirvísing, og sum tað verður roynt at læra upp til ábyrgdarfullar og sosialt medvitandi samfelagsborgarar.

Dýrdarveðrið gjørdi, at tað bar til at hugna sær bæði inni og úti. Eitt orkestur spældi, og tá tað leið nakað út á náttina, fór Sámal Ravnsfjall á pallin og sang um medistaran í karry.

Nakrir fáir næmingar høvdu ikki umstøður at vera við leygardagin. Fyri tey, sum hittust, var talan um ein framúr hugnaligan dag. Onkrir floksfelagar høvdu ikki hittst hesa síðstu fjórðings øldina. Semja var um, at so long tíð skal ikki renna, áðrenn tað næstu ferð verður skipað fyri felags samveru.th;ur uppaftur neyðugari í einum føroyskum sjálvberandi fiskivinnubúskapi.



Við tøkk fyri upptøkuna.



Egil Olsen - fiskivinnufrøðingur




Myndatekstur (Mynd av Egil Olsen)


Vit sóu í kreppuárunum, hvussu alt samfelagið ávirkaðist av tí negativu gongdini í fiskivinnuni og vit síggja í dag, hvussu alt samfelagið ávirkast av tí positivu gongdini í fiski- og alivinnuni.Ì eini tíð, har fría kappingin ræður og har broytingarnar henda skjótari enn nakrantíð, er tað sera umráðandi altíð at vera kappingarførur mótvegis kappingarneytunum. Hetta krevur gransking, sigur Egil Olsen, fiskivinnufrøðingur, sum her roynir at birta uppundir kjak um føroyska fiskivinnugransking