Í kø fyri yvirskegginum

Klokkan 14 í dag stóðu fleiri mans í kø fyri at lata seg avmynda við sínum yvirskeggi.

Hetta er eitt tiltak sum Jon Hestoy, stjóri á Føroyaprent er komin við, við tí í hyggju at geva út eina bók, hvørs søla skal stuðla arbeiðinum hjá Krabbameinsfelagnum.

So skjótt sum myndamaðurin Per á Hædd byrjaði at taka myndirnar, byrjaði køin at vaksa. Og nakrar fáar minuttir seinni høvdu teir fyrstu fimmti menninir avmyndað stoltleika sín.

Tað skal tó sigast, at okkurt konufólkið hevði “vilt” seg inn í køina. Viðkomandi hevði kortini teknað sær eitt snøgt yvirskegg, og slapp soleiðis eisini upp í part.

Fríggjadagin í næstu viku kemur út ein bók við øllum avmyndaðu yvirskeggunum.

Hvussu stór bókin verður er ilt at meta um. Ætlanin var at fáa 161 yvirskegg við í bókina, men sum gongdin var fyri løtu síðani er lítil ivi um, at hetta talið verður rokkið