KÍ fyri áttandu ferð

Í einari heldur linligari finalu, ið ikki hevði teir nógvu málkjansirnar, var KÍ betra liðið og vann við einum máli. Men Skála stóð seg kortini væl og kann saktans gerast ein góður avbjóðari komandi árini

KÍ hevur verið í øllum steypa­final­unum hjá kvinnum síðani 1996, uttan í 1998, men meðan lið­ið hesi árini hevur vunnið øll meistara­heitini síðani 2000 og tilsamans er blivið meistari 11 ferðir, hevur tað borið til hjá skiftandi liðum at tikið klaksvíkskvinnur í steypafinaluni.

Í fjør eydnaðist tað hjá AB og fyri fimm árum síðani hjá B36, so nú var tað so Skála, ið skuldi royna seg. Kvinnurnar hjá Skála, sum í landskappingini eru við í kapp­ingini um silvurplássið, gjørdu eisini ein góðan innsats á ovara vølli í Gundadali, har tær serliga seinna partin av fyrra hálvleiki vístu, at tær bæði kunnu og tora at bjóða av.
KÍ legði betur fyri í dystinum, men liðið kom allíkavæl ikki til so nógvar kjansir, sum tað vanliga ger. Tann størsti var nokk ein roynd á yvirliggjaran, meðan tað í hinum endanum bleiv tosað eitt sindur um, um Skála mundi eiga eitt brots­spark ella ikki. Men dómarin metti ikki, at so var.
Sum tað leið út á fyrra hálvleik, fekk Skála otað seg eitt sindur longur fram á vøllin, og ta síðstu løtuna fyri hálvleik var bólturin nógv á KÍ-hálvuni. Kortini komu ikki nakrir málkjansir burturúr, og tí stóð framvegis 0-0 á nýggju máltalvuni í Gundadali, tá komið var til hálvleiks.

Rannvá avgjørdi
Í seinna hálvleiki gjørdist meira vindur, og tað var Skála, ið hevði lot­ið ímóti. Hetta sá út til at darvað, tí síðstu trý korterini kom Skála stórt sæð ikki inn um brotsteigarmarkið hjá KÍ við bóltinum. Hinvegin hevði KÍ bóltin nógv og trýsti, og hóast kjansirnir framvegis vóru fáir í tali, lá í luftini, hvønn veg dysturin fór at koppa.
Størsta kjansin fekk Rannvá B. Andreasen, tá hon 10 minuttir inn í seinna hálvleik kom í góða skot­støðu uttan fyri brotsteigin hjá Skála, og við einum góðum og hørð­um skoti sendi hon bóltin dygst innan fyri stongina og í málið til 1-0. Hóast Ata Jacobsen í Skála-mál­inum tveitti seg, kundi hon ikki røkka bóltinum.

Hetta skuldi eisini vísa seg at gerast avgerandi hendingin í dyst­inum, tí fleiri mál komu ikki. KÍ sat tungt á spælinum og kom til onkrar hálvar kjansir, meðan Skála ikki megn­aði at svara aftur ella av nýggj­um at leggja trýst á KÍ. Størsti møguleikin hjá Skála var eitt fríspark ímóti endanum, sum var stutt uttan fyri KÍ-brotsteigin, men skotið fór væl við síðuna av málinum.

Sostatt kundu KÍ-kvinnurnar lata seg fagna sum steypavinnarar fyri áttandu ferð, tá dysturin var av. Har vóru ikki so nógvir klaks­víkingar, sum tað onkuntíð hava verið, men skálafólk vóru væl møtt, og tey klappaðu fyri steypa­vinn­arunum, samstundis sum tey sóu út, sum at tað klappið kundi verið aðalroynd til okkurt av komandi árunum, tá tað ikki skuldi verið óhugsandi, at tey sluppu at klappa fyri sínum egnu…