AB hevur annars verið stóri avbjóðarin í ár, og vann AB dystin í dag, høvdu tær togað seg eitt stig framum KÍ.
Men dagin eftir helst svartasta dagin í søguni hjá KÍ, syrgdu kvinnurnar úr Klaksvík fyri, at vónbrotið hjá teimum ikki bleiv tað heilt stóra.
Ása Thomsen varð stóra hetjan, tá hon stóð fyri trimum av teimum fýra málunum. Tvær ferðir fyri steðgin sendi hon bóltin í netið, og tá Rannvá Andreasen stutt undan steðginum økti til 3-0, var spenningurin í dystinum fokin.
Eftir steðgin hevði KÍ fyri tað mesta tamarhald á, og so kundi Ása Thomsen við sínum triðja máli staðfesta, at hóast kappingin hevur verið hørð í ár, so eru KÍ-kvinnurnar framvegis tær bestu í landinum.
Seinasta umfarið spælir KÍ á heimavølli móti Skála, og nú hevur tann dysturin bert kosmetiskan týdning, áðrenn gullið - fyri tíggjundu ferðina á rað - verður handað KÍ-kvinnununum.
Hetta var 11. ferðin, at KÍ kvinnurnar vunnu FM. Fyrsta ferðin var í 1997, og síðani 2000 hevur KÍ vunnið FM á hvørjum ári. Portalurin ynskir KÍ kvinnunum hjartaliga tillukku.










