Hann er framvegis ikki settur í starv, men formaðurin í KÍ váttar fyri Norðlýsinum, at alt bendir á, at Karl Marius Poulsen verður nýggjur hjálparvenjari í felagnum.
Í løtuni bendir nógv á, at tað verður Karl Marius Poulsen, ið skal standa undir liðini á Páll Guðlaugsson í KÍ-venjaratoyminum komandi kappingarár.
- Tað er ikki nakar sáttmáli undirskrivaður, men vit arbeiða í løtuni við einari loysn. Tað er Karl Marius Poulsen, sum í kvøld hevur roynt seg í leiklutinum, segði formaðurin í KÍ, Tummas Lervig, við Norlýsið í gjárkvøldið.
Karl Marius Poulsen, sum er 43 ára gamal, hevur í nógv ár spælt við KÍ, og seinastu tíðina hevur hann eisini verið nevndarlimur í Sp/f KÍ.