KÍ funnið avloysara fyri Semir

Nýggi norski miðvallarin spældi í fjør í næstbestu norsku deildini

Nú er tað eydnast KÍ at finna avloysara fyri miðvallaran Semir Hadzibulic, sum fyri stuttum boðaði frá, at hann kortini ikki kemur aftur til Klaksvíkar.

Norðlýsið veit í kvøld at siga, at 28 ára gamli Simen Raaen Sandmæl nú kemur til Klaksvíkar. Hann hevur síðstu tíðina spælt við Levanger í næstbestu norsku deildini.

Undan summarsteðgin í 2018 spældi hann við Randheim í bestu norsku deildini í eitt stutt skifti. Har spældi hann seks dystir og skoraði eitt mál. Sambært nordlysid.fo hevur hann spælt 68 dystir í næstbestu norsku deildini fyri Levanger og Randheim.

 

Serbiski miðvallarin Semir Hadzibulic boðaði beinanvegin eftir jól frá, at hann ikki fór at koma aftur til Klaksvíkar og KÍ, hóast hann síðsta heyst skrivaði undir sáttmála, sum bant hann at felagnum bæði í 2019 og 2020.

Talan var um persónliga orsøk, sum tað varð orðað. Tað skilst, at talan er um sjúku millum tey næstu hjá Semir Hadzibulic, sum er heilt væl dámdur í Klaksvík.