Avrikið livdi ikki heilt upp til tað, sum teir sýndu í Klaksvík næstsíðsta sunnudag. Men KÍ fell fulla úrtøku, og harvið megnaðu teir at seta góða rammu rundanum hundrað ára føðingardagin. Trý stig í Gøtu sunnudagin undan føðingardegnum, og trý stig á heimavølli sunnudagin eftir føðingardagin og harvið fyri fyrstu ferð í ár tveir sigrar á rað. Harvið lyfti KÍ sær tvey pláss og eitt nú fóru teir framvið NSÍ, sum tað hevur gingið illani hjá síðani summarsteðgin.
KÍ hugburðurin var tann sami, sum hann var í Gøtu, og heimaliðið spældi seg til fleiri málmøguleikar. Men tað eydnaðist bara eina ferð at fáa mál. Málið skoraði Jacob Bymar, sum seinastu tíðina rættuliga er komin fyri seg. Eftir langt útspark frá Jákupi Mikkelsen streyk danski álopsspælarin avstað. Jacob man vera ein tann skjótasti - um ikki tann skjótasti - álopsspælarin í landinum. Hann rann frá NSÍ verjuni, vinkulin gjørdist eitt sindur spískur, og so smekkaði Bymar millum nærra stólpan og Jens Martin Knudsen, sum noyddist at rokna við møguleikanum fyri innleggi.
So var KÍ á odda, og áskoðarahýrurin góður. Fyritreytirnar hjá NSÍ at koma afturíaftur versnaðu nógv, áðrenn fyrra umfarið var hálvrunnið. Vongverjin í høgru, Brynjolvur Nielsen, fekk tá aðru ferð gult kort. Í fyrra førinum var tað fyri at takla aftanífrá, og í seinna førinum metti dómarin, at tað skuldi sektast við gulum, at vongverjin hevði tikið hondina til hjálpar omanfyri høvdið eftir hornasparksstøðu.
Útvísingin hevði við sær, at NSÍ noyddist at umskipa. Gert Langgaard, sum í útgangsstøðuni hesa ferð var í høgra miðvallarborði, varð fluttur aftur á vongverjaplássið í høgru, og tyngdin í álopspartinum minkaði harvið.
KÍ hevði bóltin meiri, enn NSÍ hevði hann, og klaksvíkingar spældu væl ímillum sín. Men teir vóru ikki nóg grammir. Ferðin fór niður, og tað var nógv tvørturum og aftureftir. Harvið fekst ikki tann nyttan burturúr yvirtalsstøðuni, sum tað átti at havt verið møguleiki fyri, tá ið mótstøðuliðið hevði mist ein mann.
NSÍ hótti
Hóast teir vóru aftanfyri við einum máli, og hóast teir vóru tíggju og mótstøðumenninir ellivu, so vístu teir í NSÍ eftir steðgin sera góðan hugburð. Teir vóru ágangandi, og teir stríddust fyri at fáa mál og venda gongdini, og við Iani Højgaard sum stýrimanni vóru teir rættuliga álopskendir. Í løtum megnaðu teir at leggja trýst á KÍ, sum viðhvørt hevði nóg mikið við at verja.
NSÍ hevði møguleikar eftir tvørbóltar, langar sendingar í borðini og ikki minst deyðbóltsstøðum, men teir fingu einki mál. KÍ verjan var undir trýsti, men teir høvdu tamarhald á, og Jákup Mikkelsen vísti, sum hann gjørdi tað í Gøtu, at hann er heilt á toppinum, eftir at hann í tvær vikur var plágaður av vøddaskaða.
Besta royndin hjá NSÍ stóðst fram ímóti dystarenda, eftir at langt innkast varð tveitt í KÍ brotsteigin. Verjan fekk ikki ruddað burtur, innskifti Jónstein Petersen fekk stýrt bóltinum á tvørtræið, og Jákup Mikkelsen var fyrstur á returbóltinum.
Í hinum endanum hevði KÍ fleiri møguleikar í snarálopum. Men teir dugdu illa at fáa úrtøku burturúr, sjálvt um teir vóru fleiri enn mótstøðumenninir.
Størsta møguleikan fekk innskifti Erling Fles. Við handara stólpan gjørdist hann púra leysur eftir innlegg, men úr stuttari fjarstøðu sendi hann bóltin væl uppum málið.
Ein annar av innskiftu klaksvíkingunum, Frank Joensen, fekk bóltin í NSÍ málið, men dómarin kolldømdi. Hann metti, at Eyðun Klakstein, sum var farin um koll, tá ið hann royndi at fara framvið mótstøðumanni, gav Eyðuni gult kort fyri at filma. Klaksvíkingar vóru ikki samdir. Teir roknaðu við, at tá ið dómarin ikki hevði givið KÍ fyrimun, tá ið Frank Joensen stýrdi bóltinum í kassan, so var tað tí, at hann hevði bríkslað fyri brotssparki.
KÍ-NSÍ 1-0 (1-0)
1-0: Jacob Bymar 9.
Dómari: Páll Augustinussen
KÍ: Jákup Mikkelsen - Leon Bjartalíð, Niclas Niclasen (Frank Joensen, 78.), Jan Andreassen, Harley Bertholdsen (Símun Joensen, 61.) - Arnold Joensen, Jan Joensen, Atli Danielsen, Eyðun Klakstein - Jacob Bymar (Erling Fles, 67.), Ove Nysted
Gult kort: Jan Andreasen, Eyðun Klakstein
NSÍ: Jens Martin Knudsen - Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Dánial Hansen, Áki L. Hansen (Sjúrður Jacobsen, 72.) - Gert Langgaard, Alexandar Jovevic (Jónstein Petersen, 66., Ian Højgaard, Andy Olsen - Helgi L. Petersen (Jústinus R. Hansen, 60.), Ike
Gult kort: Brynjolvur Nielsen (2) 11., 19., Ian Højgaard, Áki L. Hansen, Sjúrður Jacobsen
Reytt kort: Brynjolvur Nielsen 19.










