LÍF-KÍ 0-3 (0-0)
Tølini tala onkuntíð týðuligari enn gott er, og hetta hildu klaksvíkingar eisini um útidystin móti LÍF leygardagin.
Í stórum pørtum av dystinum var KÍ nevnliga væl við, og m.a. áttu teir tveir risastórar møguleikar í fyrra hálvleiki, uttan at hetta tó gava nakað mál av sær.
Avgjørdu í seinna
Heimaliðið setti alt upp á pláss fyrstu løtuna av seinna hálvleiki.
Fyrsta málið kom, tá Petur Sjúrðarberg slapp at standa leysur við hornaspark og ótarnaður sendi bóltin í málið.
Stutt eftir økti Erik Lervig, tá hann sera hegnisliga lyfti upp um verjuleikara, áðrenn hann fluktaði bóltin í málið. Eitt sera vakurt mál, sum neyvan verður endurtikið í bræði.
Áðrenn KÍ leikararnir vóru komnir fyri seg, hevði Jonhard Høgnesen avgjørt dystin, tá hann úr høgru langaði bóltin flatt við handara stólpa.
Klaksvíkingar vunnu ongantíð aftur á skelkinum, og seinasta hálva tíman kundu leirvíkingarnir so koyra sigurin heim.
LÍF-KÍ 3-0 (0-0)
1-0: Petur Sjúrðarberg
2-0: Erik Lervig
3-0: Jonhard Høgnesen.
Erling Olsen hevur verið væl dámdur millum flest allar politikarar á Christiansborg. Hann fekk eisini heitið ?Uglin? fyri sítt góða vit og skil.
Nú hann enn einaferð leggur leiðina aftur til Danmarkar úr Føroyum hevur hann eisini nógvan nýggjan førning við sær. Hesaferð ikki til at brúka í politiskum arbeiði, men at hava við sær til hús.
-Eg er heilt hugtikin av øllum tí eg upplivað hesar dagarnar. Ikki minst av tiltøkunum í Norðurlanda-húsinum, har hann eisini var við til framførsluna av Jesus og Makedonarin. -Hetta var ein framúr vøkur framførsla. Eg eri virkuliga ovfarin og havi fingið uppaftur størri alsk til Føroyar eftir hesa stóru upplivingina sigur Erling Olsen, sum heldur tað vera eindømi fyri eitt fólk, at tað skal hava fostrað so nógv mentanarfólk. -Eg haldi tað er ljósið og isolatiónin, sum geva íblástur til tey mongu listarfólkini.