KÍ-fjepparar gera sangir um leikararnar

Áskoðarar til dystir hjá KÍ skulu helst vænta sær at hoyra nakrar nýggjar sangir um spælararnar hjá KÍ.

Tað gongur stak væl hjá stoltleikanum hjá mongum klaksvíkingi, KÍ. Liðið hevur nýliga spælt seg í hálvfinalurnar í steypakappingini, og harafturat eru klaksvíkingar deilt oddalið í Effodeildini, har seinastu tríggir dystirnir eru vunnir.

 

Kanska av hesi orsøk og stóra sjálvsálitinum hevur Bláa Bylgjan, ið er fjepparafelagið hjá KÍ, kunngjørt á Facebook, at nýggir sangir eru yrktir um bæði leikarar og venjara hjá KÍ. Úr rúgvuni kann nevnast, at framrættaði Jóannes Bjartalíð, verjuleikarin Jonas Flindt Rasmussen og venjarin Mikkjal Thomassen hava fingið sangir yrktar um seg av fjepparaskøldum hjá KÍ.

 

Sangirnir um hesar tríggjar kunnu síggjast niðanfyri.

 

Sangur til Mikkjal Thomassen:

Ååååå Mikkjal Mikkjal

Mikkjal Mikkjal Mikkjal Mikkjal Thomassen

 

 

Sangur um Jóannes Bjartalíð:

Lag: I just can't get enough

Hann eitur Bjartalíð og spælir við KÍ

Vit kunnu ikki fáa nokk, vit kunnu ikki fáa nokk

Tá ið hann skorar við høvdinum ella tá ið hann hælar í mál

Vit kunnu ikki fáa nokk, vit kunnu ikki fáa nokk

Hann skorar øll tey flottastu mál

Men vit fáa ikki nokk av Bjartalíð

Do-do-do-do-do-do-do

Do-do-do-do-do-do-do

Do-do-do-do-do-do-do

Jóannes Bjartalíð

 

Niðurlag:

Vit fáa ikki nokk, vit fáa ikki nokk

Hann skorar øll tey flottast mál 

Men vit fáa ikki nokk av Bjartalíð

Do-do-do-do-do-do-do

Do-do-do-do-do-do-do

Do-do-do-do-do-do-do

Jóannes Bjartalíð

 

 

Sangur um Jonas Flindt Rasmussen:

Lag: Live is life (Opus)

Jonas

Na na 

Nana na

Jonas Flindt

Na na 

Nana na

Hann er liðskipari hjá okkum

Na na

Nana na

Og hann vinnur hvønn ein dyst

Na na

Nana na

Tá vit øll hava styrki

Vit vinna hvønn dyst 

Við liðskiparanum á odda 

So fara vit

Móti sigrinum

 

Niðurlag:

Jonas

Na na

Nana na

Jonas Flindt

Na na

Nana na

Hann er liðskipari hjá okkum

Na na

Nana na 

Og hann vinnur hvønn ein dyst 

Na na

Nana na