KÍ fingið nýggjan maskott

Til komandi heimadyst hjá KÍ verður ein maskottur millum KÍ viðhaldsfólkini. Hajurin hevur búð í Miðarhavinum. Fyri nøkrum árum síðani hoyrdi hann um eitt fótbóltsfelag í Føroyum, sum æt KÍ.

 

Hann hoyrdi síðani, at tað vóru so nógv børn, sum hildu við KÍ og tí ætlaði hann at sleppa til Klaksvíkar, tí hann hevði frætt, at KÍ spældi oftast í Klaksvík. Hann byrjaði at svimja móti Føroyum og tað hevur tikið langa tíð at koma fram. Fyrradagin kom hann so uppá land í fjøruni úti á klakkinum.

 

Hann var so ræðuliga glaður, tá hann kom til Klaksvíkar og tað fyrsta hann gjørdi var at lata seg í KÍ klæðir og so renna niðan á vøllin. Men hann sá, at einki graslíkið var á vøllinum, so KÍ kundi ikki spæla í dag. Men har vóru børn, sum bjóðaðu honum í føðingardag.

 

Nú ætlar hann sær at búgva í Klaksvík og hyggja eftir hvørjum heimadysti hjá KÍ. Mamman og pápin lovaðu honum at sleppa til Klaksvikar, men hvørki tey ella tey 3 systkini komu við, so hann fer nokk ein lítlan túr heim at vitja familjuna aftaná síðsta heimadystin móti Víkingi.

 

Hajar fáa so ræðuliga seint navn og hesin hevur einki navn fingið enn. Men hevur tú eitt uppskot um, hvussu hann skal eita, so ber til at senda tað á blaabylgjan@blaabylgjan.com. Hann vil hava eitt føroyskt navn.

 

Tað er Bláa Bylgjan, ið ber tíðindini um komandi KÍ maskottin.