Tað heldur fram at regna við gulli á KÍ, sum á Fótbóltsgalla í kvøld av álvara fær viðurkenning fyri at bæði mans- og kvinnulið felagsins gjørdust føroyameistarar í júst farna kappingarári.
Nú eru ársins miðvallarar kosnir, og aftur her fóru føroyameistararnir avstað við báðum heiðrunum. Tey vóru Jóannes Bjartalíð hjá monnunum og Eyðvør Klakstein hjá kvinnunum.
Hini tilnevndu til ársins miðvallara vóru Jákup B. Andreasen (KÍ), Árni Frederiksberg (B36), Jacoba Langgaard (ÍF/Víkingur/B68) og Julia Naomi Mortensen (HB).