KÍ fer til Runavíkar við øllum kanónunum

Fótbóltur: Hjá NSÍ, sum stríðist við at halda lív í stríðshuginum, eru tveir av lyklaspælarunum ikki tøkir

Klaksvíkingar hava síðstu vikuna kent sviðan av, at landsliðið hevur verið saman. Í síðstu viku vóru Heðin á Lakjuni og John Ryan burturfrá venjingini, og í hesi vikuni hava teir eisini saknað Rógva Jacobsen. Klaksvíkingarnir á landsliðnum eru ikki móðir av landsdystunum, sum teir fyri tað mesta hava sitið á beinkinum og hugt at, og hóast eykamenninir á landsliðnum hava fingið eitt sindur størri ákoyringar enn teir, sum spældu við leygardagin, so verður tað í Klaksvík mett sum ein saknur, at teir tríggir lyklaspælararnir hava verið burtur frá venjingini í felagnum.

Allir klaksvíkingarnir, sum hava verið á liðnum tær síðstu nógvu vikurnar, eru tøkir til spennandi og torføra stríðið á útivølli. Jan Allan Müller vandi ikki við fullari ferð í síðstu viku, tí hann var skaddur í lærkrikanum. Í hesi vikuni hevur hann vant, men hann er framvegis eymur. Tað er kortini eingin ivi um, at hann verður við, og so fæst at síggja, um hann fer at megna at skora fyrsta málið fyri KÍ.


Sakna tveir lyklaspælarar

Í Runavík er um reppið, at teir hava mist Intertoto Cup plássið úr eygsjón. Skulu teir hava nakran møguleika at vinna seg upp á fjórða plássið, so skulu teir eftir vónbrotið í Gøtu reisa seg og fáa stig móti KÍ.

Hóskvøldið fóru teir undan veðrinum og í ítróttarhøllina at venja. Og tá teir í morgin fara á vøllin við Løkin, sakna teir tveir av stuðulsspælarunum. Helgi L. Petersen hevur verið vøddaskaddur og er tískil sera ivasamur, og Jónstein Petersen, sum tær seinastu ferðirnar hevur verið annar av álopsmonnunum, er leikbannaður.

Sum vit skilja tað, so kann roknast við, at liðið hjá NSÍ verður eitt sindur broytt í morgin. Arnfinn Langgaard hevur tær síðstu ferðirnar verið vongverji, men tað tykist greitt, at hann í morgin verður aftur í miðverjuni. KÍ vann 30. mai 3?0 í norðoyastevnudystinum móti NSÍ.