KÍ fer á ólavsøku

Ólavsøkuaftan, tann 28. juli, verður dystur millum HB og KÍ á ovara vølli í Gundadali

Javnaldranir hittust í landskappingardysti í 11. umfari tann 18. juni í ár. Tá vunnu klaksvíkingar við einum máli móti ongum, og eiga teir reyðu og svørtu nakað at løna aftur. Talan verður um steypadyst. Vøruhúsið á Hjalla hevur latið steypið, sum verður handað beinanvegin, tá ið dysturin er liðugur. Dysturin byrjar klokkan 18.00. Eitt sermerkt við dystinum er, at tað møguliga er fyrsti dysturin hjá Rógva Jacobsen í føroyskum fótbólti, eftir at hann vendi heim úr Noreg. Vert er at leggja til merkis, at dysturin er millum barndómsfelag hansara og tað felagið, hann umboðaði seinast hann var í Føroyum.