KÍ fer ikki til Sveis í dag

KÍ hevur avlýst ferðina til Sveis í dag, skrivar Norðlýsið

Evropesiska Fótbóltssambandið hevur framvegis ikki tikið avgerð um, um tað verður KÍ ella Slovan Bratislava, ið kemur víðari til 2. umfar í Champions League og skal spæla móti Young Boys mikukvøldið.

Norðlýsið skrivar í dag, at hópurin hevur verið samlaður í KÍ-høllini og verið til reiðar, at fara á flogvøllin og flúgva til Sveis. Nú er klokkan blivin so mikið, at leiðslan í felagum hevur tikið avgerð um at útsetta eina møguliga ferð til Sveis til í morgin.

Hilmar Danielsen, starvsnevndarlimur í KÍ, sigur við Norðlýsið at tað verður ein norskur leiguflúgvari, sum kemur at flúgva hópin hjá KÍ til Sveis. Hetta tí at tað kevur longri skotbrá at fáa flugvari hjá Atlantsflogi at flúgva á flogvøllin í Bern.