KÍ fekk eina stigið

2. deild: B36 ? KÍ 1-1 (0-1)
KÍ fekk eitt stig við sær úr Havn, liðið spældi 1-1 móti B36. Aftur hesuferð skoraði Olgar Danielsen mál fyri KÍ, sum hevur reist seg eftir stórtapið í fyrsta dystinum

2. deild

B36 tók ímóti KÍ í Havn leygardagin, og liðini fingu tað eina stigið burturúr. Hetta úrslitið má vera á góðari leið, tí dysturin var javnur.
Tað var sum ikki einaferð Olgar Danielsen, sum skoraði málið hjá KÍ. Ein verjuleikari hjá KÍ sparkar bóltin høgt oman móti brotsteiginum, og Olgar vinnur nærdystin við verjuleikaran. Hann sendir síðani við vinstra beini framvið málverjanum til 1-0.
Olgar Danielsen skal bara hava ein møguleika, so gerst hann beinanvegin vandamikil, og tað vísti hann enn einaferð. Málið kom stutt fyri steðgin, og hetta var ein dyggur smeitur fyri heimaliðið.
B36 hevði annars havt takið á dystinum í fyrra hálvleiki, og hevði skapt onkrar málmøguleikar, sum burdu givið mál. B36 slapp nakrar ferðir ígjøgnum úti í borðunum, har KÍ verjan tóktist heldur veik, men einki spurdist burturúr.

B36 svarar aftur
Tá seinni hálvleikur fer í gongd roynir B36 at leggja trýst á KÍ-verjuna, men tað gongur heldur striltið við at skapa veruligar málmøguleikar.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki bragdaði endiliga hjá heimaliðnum. Rógvi Róin fangar ein leysan bólt í brotsteiginum, og hann dregur framvið einum verjuleikara, sum tekur beinini undan Rógva.
Dómarin ivast ikki, men dømir brotsspark. Carl H. Høgnesen sendir brotssparkið høgt uppum John William Joensen í málinum.
KÍ fekk eisini onkran málmøguleika í seinna hálvleiki, tá B36 sendi fleiri fólk fram á vøllin, men allir vóru ikki eins neyvir og Olgar Danielsen.
KÍ hevur nú fingið sjey stig í teimum seinastu trimum dystunum, og liðið hevur veruliga reist seg eftir 8-1 tapið ímóti ÍF í fyrsta dystinum. B36 er hinvegin steðgað upp eftir tann frálíka 3-1 sigurin í Fuglafirði.
Komandi vikuskiftið skal B36 suður til Vágs at spæla, meðan KÍ tekur ímóti Sumba á heimavølli.

B36 ? KÍ 1-1 (0-1)
1-0: Olgar Danielsen
1-1: Carl H. Høgnesen