Manshondbóltur
Við fimm stigum er KÍF nevnliga bert trý stig aftan fyri Neistan undan dystinum mikukvøldið, og tí eru vónir fyri, at liðið kann vinna seg longur upp.
Higar til hevur KÍF tó verið darvað av skaðum, og teimum er liðið enn ikki sloppið undan. Í vikuni hava hvørki Daniel Rápa ella Petur Martin Poulsen vant við fullari ferð, men vónað verður tó, at í øllum førum Petur Martin er tøkur mikukvøldið. Eisini hevur Rógvi Weihe havt hald í nakkanum, og tá vit frættu seinast, gekk hann framvegis til kiroporaktor fyri hendan trupulleikan.
Neistin misti oddasessin, tá teir fyri 9 døgum síðani taptu móti StÍF, og síðani er eisini VÍF farið uppum. Munurin er tó bara eitt stig, og tí er so yvir høvur einki avgjørt enn í grundspælinum.
Til dystin noyðist Neistin tó at vera Áka Mørk fyriuttan. Hann fekk reytt kort í dystinum á Skála, og tí er hann í øllum førum leikbannaður hesaferð. Um tað leikbannið so eisini verður galdandi í fleiri dystir, vistu menn ikki, tá vit høvdu samband við Neistan mánakvøldið










