KÍF vann sannførandi - H71 vann tepurt í Hoyvík

(Rás2) Endurhoyr seinastu løtuna av Kyndil-KÍF 24-31 (15-13), og síggj úrslitini og støðuna í FTZ-deildini

Tveir dystir eru leiktir í FTZ-deildini í hondbólti í dag.

 

Úrslitini vóru:

 

Kyndil-KÍF 24-31 (15-13), Toppskjúttar: Kyndil: Rókur Akralíð 7 mál, KÍF: Jákup Trygvason 10 mál.

 

H71-StÍF 32-31 (18-13), Toppskjúttar: H71: Pætur Thomsen 8 mál, StÍF: Pætur Johansen og Allan Norðberg, báðir 8 mál.

 

Kyndil spældi væl í fyrra hálvleiki ímóti KÍF, har serliga Tummas Pauli Hanusarson var sjónligur, men heimaliðið fór í svart í seinna hálvleiki. H71 er framvegis á FM-finalukós við sigrinum á StÍF.

 

Støðan:

 

FTZ-deildin:
1Neistin12 dystir314272+4219 stig
2H7112323305+1817
3Team Klaksvík11256273-1712
4VÍF10300298+210
5Kyndil11260266-69
6KÍF12309326-177
7StÍF12316338-226

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá Tróndur Arge segði frá tí seinastu løtuni av dystinum millum Kyndil og KÍF.