KÍF vann

KÍF-H71 26-23 (12-10)

Kollfirðingarnir hava ikki havt tað stóra at spæla fyri seinastu mánaðirnar, men í dag bragdaði loksins hjá teimum.

H71 vitjaði, og her var KÍF oman á so at siga alla tíðina.

Dysturin endaði eisini við trý-mála sigri til vertirnar, sum tó enn eru niðasta liðið í Atlantic Airways-kappingini.

Besti málskjútti hjá KÍF var Damir Oros, sum skoraði 8 mál. Esbern Patursson og Janus Sørensen skutu 7 mál hvør fyri gestirnar.