Hondbóltur
Á útivølli móti Kyndli var talan um trupla uppgávu hjá kollfirðingum, men teir prógvaðu í gjár, at teir framvegis ætla sær í FM-finaluna í manshondbólti.
Móti Kyndli byrjaðu teir reyðu sera væl. Við eini verju, sum var før fyri at steðga sterku skjúttunum hjá Kyndli, fekk KÍF alt fyri eitt fatur á dystinum, og seinna partin av fyrra hávleiki varð alt mest sum avgjørt. Tá bar einki til hjá Kyndli eina góða løtu, og so fall hamarin náðileyst, tá KÍF økti leiðsluna upp í 18-7.
Eftir hetta var spenningurin mest sum burtur, og hóast Kyndi royndi at vinna seg aftur í dystin, so var hetta til fánýtis.
Sarko skaddur
Í Vestmanna tóku strandingar av, tá teir fingu møguleikan móti einum VÍF-liði, sum var nakað skert til dystin. Eli Muller var ikki í málinum, og úti á vøllinum var tað dyggur smeitur, at Sarko tíðliga í dystinum keikti fótin. Hinvegin var Áki Egilsnes aftur at síggja á vøllinum, men hóast hann skeyt nøkur góð mál, so er kanónin enn ikki tunað heilt inn til tað, sum hon var undan skaðasteðginum.
Fyri steðgin hevði VÍF fyri tað nógva takið, men dygst undan steðginum leyp StÍF avstað. Og tá StÍF í seinna hálvleiki útbygdi leiðsluna, varð tað upp til VÍF at renna aftaná, tað sum eftir var av dystinum, og tað eydnaðist altso ikki at fanga gestirnar aftur.
- Mær dámar einki serligt at koma fleiri mál frmaum tíðliga í dystinum, tí tað kann skjótt gerast ein sovipúta. Men vit kláraðu alla tíðina at halda teimum burtur, og sigurin kom ongan tíð av álvara í vanda, segði StÍF-venjarin, Jónleif Sólsker, eftir dystin.
Neistin vann aftur
Hjá Neistanum vóru nakrar vikur, síðani liðið seinast fór av vøllinum sum vinnari, men tað megnaðu teir móti Team Klaksvík leygardagin.
Neistin var allan dystin væl og virðiliga omaná, og sum dysturin gekk, so var einasti spurningurin, hvussu stórur sigurin skuldi vera.










