KÍF trýsti SÍ

SÍ, Fleyr og Dráttur eru framvegis oddaliðini í Eik-kvinnuliguni í flogbólti.

Tríggir dystir vórðu spældir um vikuskiftið, og serliga var spenningurin stórur í Kollafirði.

KÍF javnaði nevnliga tvær ferðir leiðsluna hjá SÍ, og í avgerandi settinum var munurin so lítil, sum hann kundi vera, tó at SÍ at enda var liðið, sum dróg longra stráðið.

Eisini varð spælt á Kambsdali í gjár, har Dráttur vitjaði hjá ÍF, og her vunnu gestirnir tryggan sigur.

Í dag spældu so Fleyr og Dráttur í Havn, og her gjørdi Fleyr bart við 3-0 sigri.

Støðan í Eik-kvinnuliguni er nú hendan:

1 SÍ 4 stig

2 Fleyr 4

3 Drátttur 4

4 Mjølnir 2

5 KÍF 0

6 TB 0

7 ÍF 0