Lagt var upp til ein spennandi dyst í Gundadalshøllini í gjárkvøldið, tá Fleyr tók ímóti KÍF í 1. deild hjá kvinnum í flogbólti. Undan dystinum lá KÍF á odda í deildini, meðan Fleyr lá á øðrum plássi bert tvey stig aftanfyri.
Tað var tó longu greitt undan dystinum, at KÍF hevði vunnið 1. deild, tí áðrenn dystin ímóti Fleyr høvdu tær vunnið allar sínar dystir 3-0, so sjálvt um Fleyr skuldi vunnið henda dystin 3-0, so høvdu tær allíkavæl enda aftanfyri KÍF.
KÍF vann alt
Best kvinnuliðið hjá Fleyr hevur ligið í næstbestu deildini í nøkur ár. Tær hava stríðst við at koma uppaftur í bestu deildina, men í fleiri umførum hava tær verið júst ov stuttar. Í ár hava tær tó fingið sera harða mótstøðu frá næstbesta liðnum hjá KÍF, og tá liðini møttust í Gundadalshøllini í gjárkvøldið, lat KÍF ongan iva vera um, hvat var tað betra av liðunum. KÍF vann nevniliga enn einaferð 3-0, og sostatt megnaðu tær at spæla eitt heilt kappingarár uttan at tapa eitt einasta sett í næstbestu kvinnudeildini. Hetta hevur fært við sær, at KÍF eftir 10 dystir hevur 20 stig, og settmunurin er 30-0.
Tað vil siga, at KÍF er vinnari at 1. deild hjá kvinnum, meðan Fleyr endar á øðrum plássi, men av tí at KÍF hevur eitt lið í meistaradeildini, so er líkt til, at Fleyr skal spæla ein upp- og niðurflytingardyst ímóti besta kvinnuliðnum hjá Mjølni, sum endar á aftasta plássi í meistaradeildini hjá kvinnum.