Í upptaktsgreinum okkara til leygardagsblaðið skrivaðu vit, at talan var um hampuliga greiðar favoritt-leiklutir í øllum dystum hetta vikuskiftið.
Her roknaðu vit millum annað við, at tað skuldi eydnast Drátti at fáa sigurin til høldar móti KÍF, tó at júst hesin dysturin varð sagdur at vera tann, har okkurt óvæntað kundi henda.
Og KÍF vildi heldur ikki hava hetta sitandi á sær. Í einum sera spennandi og tøttum dysti eydnaðist teimuma t vinna 3-2 á gestunum, sum soleiðis máttu fara stigaleysar vestur í Vágoynna aftur.
Eftir at Dráttur tók fyrsta settið, var annars líkt til, at KÍF av álvara fór at skunda sær. Tær vunnu greitt í næsta settinum, og tó at trijða settið var javnt, so eydnaðist eisini at fáa hetta til høldar. Tí høvdu tær kanska sálarligu yvirvágina undan fjórða settinum, men tær á Drátti góvust ikki. Neyðugt varð við einum fimta setti, og her gjørdi KÍF bart. Tær vunnu trygt, 15-8, og kundu sostatt seta fyrstu stigini á árinum á bók.
Favoritt-sigrar
Í hinum báðum dystunum, sum báðir vórðu leiktir sunnudagin, eydnaðist Mjølnir og TB at vinna væntaðu sigrarnar, tó at tað ikki var væntandi, at bæði liðini mistu eitt sett hvør.
Á Kambdsdali var Mjølnir enntá aftan fyri eftir fyrsta settið, men so skiftu tær gear. Tey trý seinastu settini fekk heimaliðið bara 34 bóltarm, og tað sigur helst tað, sum er at siga um dystargongdina hesi trý settini.
Í Sørvági misti TB eisini eitt sett, tá tær annars vunnu ein tryggan sigur á SÍ. Eftir at talan hevði verið um eitt javnt fyrsta sett, tóktist TB hava sett alt upp á pláss, men burtur úr mest sum ongum fór SÍ brádliga avstað við triðja settinum. TB lat seg tó ikki skelka á nakran hátt, men tóku tær triðja settið í trygggum stíli, soleiðis at støðan í oddinum av stigatalvuni kann varveitast.
Úrslit. Meistaradeild kvinnur
KÍF-Dráttur 3-2 (23-25, 25-13, 25-22, 25-27, 15-8)
ÍF-Mjølnir 1-3 (25-20, 7-25, 13,25, 14-25)
SÍ-TB 1-3 (24-26, 9-25, 25-17, 17-25)