Ikki óvæntað eru kollfirðingar komnir í steypafinaluna, men aftur í kvøld taptu teir fyri H71 í høllini í Hoyvík. Heimaliðið vann 22-20, men gestirnir vinna samanlagt 49-37.
Dysturin var merktur av nógvum villum og rótutum spælið. Serliga kollfirðingar tóktust langt við síðuna av sær sjálvum. Teir hava í alt ár spælt góðan hondbólt, men annan dystin á rað hevur tað ikki gingið so væl í hond.
Støðan í hálvleikinum var bara 8-8, og tað avspeglar eisini avrikini hjá verjunum og málverjunum, sum vóru góð. Í seinna hálvleiki gekk javnt á, men tað eydnaðist H71 at knúgva kollfirðinginum seinastu minuttirnar og vinna við tveimum.
Kollfirðingar kunnu nú gleðast um at verða komnir í steypafinaluna, meðan hoyvíkingar fegnast um at hava reist seg eftir stórtapið í fyrru hálvfinaluni við tveimum sigrum á KÍF.
Coca Cola Cup Steypakapping menn Seinnu hálvfinalur:
H71(15) (29)KÍF: 22-20 (8-8)
KÍF vinnur samanlagt 49-37
H71: Bogdan Florea 7, Rúni Højgaard 6, Ári J. Olsen 3, Hallur Biskopstø 2, Rógvi Sørensen 1, Bogi G. Davidsen 1, Hans Kári Hansen 1, Tróndur Arge 1
KÍF: Nicklas Selvig 7, Tony Weyhe 3, Ási Dam 3, Poul Finnur Egholm 2, Hans Eli Sigurbjørnsson 2, Andrias Nielsen 1, Teitur Joensen 1, Rógvi Weyhe 1
Hósdagin 24. januar:
VÍF(22) (24)StÍF: 19.30(Beinleiðis á Rás2)










