KÍ fæst ikki í gólvið

Eftir at heimaliðið á Eiði hevði lagt ágangandi fyri, var á odda og yvirmannað, kom KÍ aftur í aftur, og so slapp oddaliðið ikki frá teimum næstbestu, sum framvegis eru ósigraðir

EB/STREYMUR-KÍ

Klaksvíkingar eru boysnir. Higartil hava átta feløg roynt at senda teir í gólvið, men tað hevur ikki eydnast. Móti HB lógu teir tvær ferðir undir, men teir komu báðu ferðirnar upp aftur at standa. Mikukvøldið fingu teir beinanvegin dyggan sendara, tá ið heimaliðið á Mølini legði seg framum. Tað tóktist at vera knock out fyri KÍ, tá ið dómarin vísti Paul Clapson ostaskorpuna, tí hálvskaddi maðurin úti á miðjum vølli skuldi hava sett ælbogan í bringuna á heimamanni.
10 móti ellivu og aftanfyri við einum máli er vegur, ið eigur at kennast væl tyngri enn tvær ferðir so brøtt brekka sum tann í Norðoyatunnlinum. Men hjá KÍ tykist tað í ár at vera, sum tað er hjá velti Peturi. Hann verður sligin í gólvið, men tað gongur bara brøkpartur av sekundi, so stendur hann aftur so fattur!
Náttúrukarmurin á Mølini er og verður soleiðis, sum hann ikki er nakra aðra staðni í heiminum. Áskoðarafjøldin var stór, hýrurin á og kring vøllin var góður alla tíðina, hóast landsynningslotið stóð rættuliga frískt inn úr Flógvanum. Hetta er sum at standa við rulluna, tók ein av áskoðarunum til. Ta støðuna kenna teir væl til bæði á Eiði og í Klaksvík!

Heimaliðið omaná
EB/Streymur, sum hevði meiri undan vind undan steðginum, legði sera bragdliga fyri. Piotr Krakowski hevði lisið upp á lektiuna, sum móti KÍ tykist vera, at tað skal leggjast trýst á í borðunum.
Heimamenninir høvdu beinanvegin fleiri stórar møguleikar, og tá ið Sorin Anghel setti hol á, kendist tað næstan sum um, at fleiri heimamál fóru at koma skjótt aftaná. KÍ átti fyrsta hornasparkið, men Iulian Florescu var ikki nóg neyvur úr høgru, og uppbakkingin aftari á vøllinum mundi ikki vera nóg góð. EB/Streymur fór í skjótt mótálop. Í fyrstu atløgu megnaði KÍ at beina burtur, men í aðru atløgu fekk Sorin sent framvið Meinhardti Joensen.
KÍ málverjin var sannur brandur. Umframt Sorin Anghel, sum eftir snilt eitt tvey samanspæl mitt fyri var um reppið at vera blankur, tá ið Atli Danielsen fekk tánna á, høvdu Arnbjørn Hansen og Rafael Kwiecinski beinanvegin fínar møguleikar, men Meinhardt Joensen, sum man teljast millum teirra, sum landsliðsvenjarin haldur eyka vakið eyga við, endaði hvørja ferð omaná í ein móti einum støðum.
Heimatrýstið linkaði eitt sindur eftir fyrstu løtuna. Klaksvíkingar vóru onkra ferðina framvið, og tað kendist sum um, at tað serliga var í deyðbóltsstøðunum, at teir høvdu tyngdina, sum skuldi til fyri at fáa mál.
Ellivu minuttir undan steðginum tóktist alt kortini at tala fyri heimasigri. Paul Clapson, sum aftur hesa ferð og meiri enn eitt sindur darvaður av skaða var einsamallur á KÍ toppinum, hevndi seg inn á Marna Djurhuus, ið var tryggur miðverji, og so var KÍ undirmannað.
Eftir hesa støðuna kom til sjóndar, hví KÍ er ósigrað. Hugburðurin og orkan eru framúr. Fram móti steðginum var KÍ í somu uppstilling, sum teir høvdu verið, men uttan álopsspælara! Og tá var tað, at teir javnaðu og fingu málið, sum vísti seg at vera nóg mikið til at halda tørn um ósigraðu støðuna.
Hjalgrím Elttør stríddi seg til horna í høgru, Iulian Florescu legði til nærra stólpan, har Sinisa Jovanovic, sum var sera tryggur miðverji frammanfyri og viðhvørt aftanfyri Atla Danielsen, stakk seg fram og stýrdi bóltinum í málið, og so var Klaksvíksleiðin vorðin eitt sindur slættari.

Góðir málverjar
Eftir steðgin var Hjalgrím Elttør einsamallur KÍ álopsspælari. Setningurin hjá klaksvíkingum var at verja tað, sum teir høvdu havt við sær út í kuldan, og hóast manningarligu javnstøðuna eftir at John Heri Dam varð vístur av vøllinum, tá ið hann hevði fingið seinna gula kortið fyri at steðga bóltinum við hondini, so tóktust klaksvíkingar ikki at vera serliga hugaðir í stórum tali at fara framum miðjuna.
Í løtum fingu Ronnie Samuelsen og Bárður Olsen heimaspælið at hanga saman, og Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen og Rafael Kwiecinski høvdu góðar royndir móti KÍ málinum, men teir megnaðu ikki at senda framvið Meinhardti Joensen, sum setti krúnuna á fínt avrik, tá ið hann bjargaði meistarliga í ein móti einum støðu.
Sum 2. hálvleikur leið hevði KÍ vandamikil álop. Bestu royndirnar vóru úti frá. Heðin á Lakjuni og Iulian Florescu sendu báðir úr vinstru og upp móti handaru samankomingini, men René Tórgarð, sum ivaleyst eigur at vera komin í lummabókina hjá landsliðsvenjaranum, vardi meistarliga fyri.

EB/Streymur-KÍ 1-1 (1-1)
0-1: Sorin Anghel 5.
1-1: Sinisa Jovanovic 41.