KÍF sleppur ikki av aftasta plássinum

Nú líkindi fyri, at eitt lið noyðist úr bestu mansdeildini til komandi kappingarár, eru góð, stríðast kollfirðingar fyri lívinum. Men hóast ósigraðir í tríggjar dystir eru teir framvegis botnlið

HONDBÓLTUR

Team Klaksvík eru fremstir í næstbestu deildini. Trý stig eru niður til narmæsta kappingarneytan. Og tað hevur av álvara áhuga millum feløgini í bestu deildini.
Tað eru góð líkindi fyri, at vit til komandi kappingarár fáa eina broyting í bestu deildina. Eydnaðst tað Team Klaksvík at vinna sær uppflyting, noyðist aftasta fyri í Atlantic Airways at spæla í 1. deild.
Tí eru alarmklokkurnar farnar at ringja í Kollafirði, har KÍF stríðst fyri lívinum í bestu deildini. Liðið er framvegis botnproppur, hóast kollfirðingar eru ósigraðir síðan 8. november.

H71 við yvirlutan
KÍF vitjaði í gjár í Hoyvík. H71 hevði tørv á tveimum stigum í kapprenningi við oddan, og heimaliðið var eisini við yvirlutan í stórum løtum av dystinum. Hoyvíkingar togaðu seg miðskeiðis í fyrra hálvleiki trý mál framum, og leiðslan helt við til fimm minuttir restaðu í.
Men einum framúrskarandi stríðsvilja at takka, ressaðust kollfirðingar við aftur. Í seinastu minuttinum vóru kollfirðingar eisini á odda við 27-26, men við einum seinasta aftursvari eydnaðist tað H71 at vinna sær eitt stig, hóast alt.
Dánjal Tórgarð var toppskjútti hjá H71 við sjey málum. Andrias Nielsen og Gert Hansen skutu fimm mál hvør fyri KÍF.