KÍF skal uppá stigatalvuna

Broytingar eru í væntu í dystinum í Kollafirði, har bæði KÍF og Kyndil ætla sær bæði stigini. Lars Blak verður aftur at síggja í Kyndlamálinum, meðan Rógvi Weyhe og brøðurnir Gert og Arnbjørn Hansen nú eru tøkir hjá KÍF.

KÍF hevur fingið eina sera ringa byrjan uppá kappingarárið. Teir hava tapt stórt í báðum teimum fyrstu dystunum, men nú ætla kollfirðingar at venda ringu gongdini.
Hjá Kyndli sær heldur betri út. Teir hava fingið tvey stig, og síðsta dyst vunnu teir tryggan sigur á H71. Harafturat verður málverjin, Lars Blak, aftur at síggja ímillum stengurnar, og hetta er stórur styrkur hjá Kyndli.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Rógvi og brøðurnir Hansen til dystin fús
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Sjálvt um kollfirðingar hava fingið eina ringa byrjan, so síggja teir ljóst uppá komandi dystirnar. Rógvi Weyhe er komin heimaftur úr Danmark, meðan brøðurnir Gert og Arnbjørn Hansen eisini vera at síggja á KÍF-liðnum sunnudagin. Hinvegin verður Mirko Milinkovic ikki við sunnudagin.
Karl Johan Djurhuus hjá KÍF er glaður fyri, at nýggju leikararnir eru komnir afturat hópinum, og hann vónar, at KÍF fer at fáa glið á spælið ímóti Kyndli.
 - Vit eru keddir um at missa Mirco til dystin, tí hann er ein sera góður leikari. Hinvegin vera bæði Rógvi, Gert og Arnbjørn við aftur, og hetta breiðkar nógv um hópin. Vit fáa nógv fleiri streingir at spæla á, og eg vóni, at hetta fer at geva Kyndli trupulleikar.
Hjá Kyndli er Lars Blak aftur tøkur, og hetta er stórur styrkur fyri teir. Hjalti M. Jacobsen hjá Kyndli sigur, at teir heilt víst ætla sær eftir báðum stigunum.
 - Vit fingu eina keðiliga byrjan, tá vit taptu í Vestmanna. Men eftir hetta eru vit komnir betri við. KÍF hevur fingið onkran leikarar afturat hópinum nú, men vit ætla undir øllum umstøðum at fáa bæði stigini við aftur til Havnar.